Erling Dalsgaard og D.Í.G.J. vunnu í dag óoffisiellu føroyameistarastevnuna í go-kart fyri fyritøkur, í toku og sirmi uppi á parkeringsøkinum hjá Føroya Tele.
Kappingin varð skipað sum fyrst innleiðandi firmakappingar, har besti koyrarin slapp víðari til FM í dag.
Hetta var avgjørt við at koyra fyrst upphiting / kvalifikatión í 10 minuttir, til at avgera hvør sum skuldi byrja fremst í sjálvari kappingini. Síðani varð kappast í 3 ferðir 5 minuttir.
Um fyritøkan hevði fleiri luttakarar enn teir 14 tøku go-karts, so varð skipað fyri innleiðandi umførum og firma-finalu. Og í hesi finalu varð so vinnarin funnin.
Í dag vóru tey 19 sum kappaðust á óoffisiella FM, í veðri sum byrjaði við at vera rættiliga grátt og tokut, og sum endaði við sirmi.
Spenningurin var ikki heilt lítil, tí teir vóru fleiri sum togaðust um at vera best, og skjótt var at gera ein feil sum kostaði stig á tí váta asfaltinum.
Men at enda var tað so Erling Dalsgaard frá D.Í.G.J sum dró longsta stráið, við at fyrst vinna fyrsta finaluriðilin, og síðani verða nummar 3 og 2 í teimum báðum fylgjandi.
Í síðsta riðili setti hann eisini bestu umfarstíð, við at klára runt breytina á 36,701 sekund, har meðaltíðin annars lá um 37,9 sekund. Hetta var ikki skjótasta umfarstíðin hesar dagarnar sum kappingin koyrdi, men tann besta í mun til umstøðurnar í síðsta riðli.
Sigurin varð ikki óvæntað feiraður við champagnuroki og pokali.
10 tey skjótastu á Føroya Tele Cup 2014
1. Erling Dalsgaard / D.Í.G.J
2. Eirikur Meitilberg / Meitilberg
3. Tórheðin Thomsen / Deko & Print
4. Bárður Joensen / Elektron
5. Jens Henze / Hotel Føroyar
6. Tórolvur Samuelsen / Formula
7. Steffan R. Olsen / Prolakk
8. Fríðbjartur M. Kristiansen / Føroya Prent
9. Einar Vesturklett / Atlantic
10. Bárður Háskor / Meitilberg