Erling er søguliga góður

Premier League: Erling B. Haaland er valdur til ársins spælara og árins ungi spælari

Erling B. Halland hevur heur eitt met fyri og annað eftir hetta kappingarárið. Hann hevur skorað 36 mal í 35 dystum í Premier League, og nú hevur hann skrivað søgu eina ferð afturat.

 

Hann er valdur til besta spælaran í Premier League, og besta unga spælaran í Premier League. Tað er fyrstu ferð, at ein spælari vinnur báðar heiðrarnir sama kappingarár.

 

22 ára gamli Erling B. Haaland hevur samanlagt í øllum kappingum skorað 52 mál í 51 dystum fyri Manchester City, síðani hann farna summar skifti til teir ljósabláu frá týska Borussia Dortmund. Pep Guardiola, venjari hjá Manchester City, bleiv kosin til ársins venjara.