Erling, Erling og meira Erling B. Haaland

Champions League: Erling B. Haaland skoraði heili fimm mál í kvøld, meðan Inter vardi seg í fjórðingsfinaluna

Manchester City og Inter Milan hava í kvøld vunnið seg víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League saman við AC Milan, Bayern Munchen, Benficaog Chelsea. Manchester City vann heili 7-0 á RB Leipzig, meðan Inter Milan vardi seg til ein málleysan javnleik móti FC Porto og kom víðari.

 

Manchester City – RB Leipzig 7-0 (Manchester City vinnur samanlagt 8-1)

 

Tað var nakað av dramatikki á Etihad leikvøllinum í Manchester, tá heimaliðið vann heili 7-0 á týsku gestunum. Erling B. Haaland fór við øllum yvirskriftunum, tí hann skoraði ikki færri enn fimm mál.

 

Tað fyrsta kom upp á eitt umstrítt brotsspark, har bólturin fór í hondina á einum spælara hjá RB Leipzig. Løtu seinni var Ederson, málverjin hjá Manchester City, eitt vet heppin at sleppa snikkaleysur frá eini støðu, sum givið alt frá frísparki til RB Leipzig til útvísting. Tað endaði við frísparki til heimaliðið og gulum korti til Timo Werner fyri at mótmæla.

 

Tað var ongantíð nakar ivi um, at heimaliðið fór at vinna. Frá byrjan var Manchester City leikliga omaná. Tá brotssparkið var umsett til mál gekk bara ein minuttur, so skoraði Erling B. Haaland aftur til 2-0. Tað bleiv enntá 3-0 áðrenn hálvleik.

 

Í seinna hálvleiki økti hann tvær ferðir, umframt at Ilkay Gundogan og Kevin De Bruyne eisini sloppu upp í part.

 

FC Porto – Inter Milan 0-0 (Inter Milan vinnur samanlagt 0-1)

 

FC Porto rakti bæði stongina og tvørstongina í eini roynd at fáa javnvág í uppgerðina, men tað endaði við einum góðum gammaldags italskum verjuavrikið hjá Inter Milan, sum kom víðari upp á málleysan javnleikin.