Erling fyrstur um fjørðin

Fyri trettandu ferð hevur í morgun verið svomið um Nólsoyarfjørð. Tann, sum fyrstur var um fjørðin og fram at málinum í Nólsoy, brúkti ein tíma og stívliga 32 minuttir. Tað vóru seks svimjarar, sum lupu á bláman í Havn í morgun við kós móti bygdini í Nólsoy.

Fyrstur út um fjørðin og at málinum í Nólsoy gjørdist Erling Eidesgaard, ið er tvørámaður, sum býr í Havn. Hann svam teinin upp á 1,32,45.

Á øðrum plássi endaði Eli Christiansen, sum brúkti tíðina 1,38,00.

Á triðja plássi kom Erlendur Simonsen, sum er fyriskipari og hevur svomið um fjørðin øll hesi trettan árini. Erlendur brúkti tíðina 1,53,00.

Á fjórða pássi kom Jákup Enni við tíðini 1,57,45 - og á fimmta plássi Eirikur Hofgaard við tíðini 2,17,30.

Sætti svimjarin, sum royndi seg um fjørðin í dag, var óheppin. Hann endaði ov norðarliga og hevði onkrar trupulleikar við útgerðini.

Eftir setanina av ovastevnu í Nólsoy nú klokkan 14, fer Marin Kathrina Frýdal, býráðslimur í Havn, at handa steyp fyri svimjingina um Nólsoyarfjørð - og fyri stytra teinin á Nólsoyarvík.