Erling Johannesen 70 ár

Leygardagin 3. februar fyllir Erling Johannesen á oynni Tau, uttan fyri Stavanger í Norra, 70 ár.

Erling er skopuningur, sonur Eli og Hildur Johanensen, sum fingu børnini: Birgit, Erling, Finnur og Bergtóru.
 
Erling vaks upp í Skopun, og sum ungur var hann nógv úti í Koltri og hoyggjaði um summarið.
 
Hann vildi nakað meira og flutti fyri 50 árum síðani til Norra at búgva, har hann fann sær konu og fekk sær útbúgving sum skipsførari.
 
Í sínum starvi sum skipsførari hevur hann siglt um øll heimsins høv. Seinnu árini sigldi hann út til boriplattformar í Norðsjónum. Hann sigldi øll árini í sama reiðaríi.
 
Nú hann er vorðin pensionistur, er hann heima og hugnar sær við konuni. Tey eiga trý børn og átta barnabørn.
 
Erling ferðast nógv, og okkum sum familju vitjar hann nógv, bæði her í Føroyum og í Danmark.
 
Vit ynskja honum ein góðan dag og nógv góð ár afturat. Gleða okkum at síggja hann her í Skopun nú til silvurbrúdleyp.
 
Alt tað besta frá okkum her heima og øllum í Danmark.
 
Adressan er: Erling Johannesen, Allstlenvej 29A, Tau, Norge. Tel: 0047 51746547.