Erling og Páll settu B1908 upp á pláss

Millum fjórða og 37. minutt hevði Vanløse skorað tríggjar ferðir, og so var sigurin heima. Erling Jacobsen spældi allan dystin í verjuni, meðan Páll Klettskarð, sum fekk landsliðsdebut á Sundby Idrætspark móti júst B1908 týskvøldið, fekk síðsta hálva tíman.

Hvørki hann ella Erling Jacobsen taldust tó millum málskjúttarnar. Hinvegin vóru teir við at mynda ein dyst, har Vanløse veruliga vísti B1908, hvør betra liðið var.

 

Leygardagin spælir Vanløse síðsta dystin hetta kappingarárið. Teir hava møguleika fyri at enda nummar seks, men sjeynda plássið, sum teir hava í løtuni, er tann besta plaseringin, Vanløse hevur havt í 17 ár.