Erling Simonsen farin

Ein legenda innan barnatannrøktina í Føroyum hevur lagt árarnar inn.

Mangt rennur fram í huganum tá slík boð frættast. Ikki kann sigast, at Erling kom til skorin klæði, tá hann í 1959 saman við Marnu, fyrsta klinikkassistentinum á skúlatannlæknastovuni, flutti inn í spildurnýggju klinikkina í Kommunuskúlagarðinum. Eingi tannrøktartilboð høvdu verið til havnarbørn síðani 1957 og tannstandurin var út av lagi vánaligur. Erling og Marna brettu uppum armar og løgdu til brots at stríðast móti Karius og Baktus, ið áður høvdu havt jóladagar. Ikki bara á klinikkini varð strevað, eisini undirvísing og umseting av “Karius og Baktus” hjá Thorbjørn Egner, vórðu stundir at fáast við. 


Enn tann dag í dag hongur búmerkið: “Tann besta bustin er tannbustin” uppi í Tórsgøtu. Orðasnillingur sum fáur, var Erling.

Eitt varandi eftirmæli er sangurin: “Busta tenn, busta tenn, tað sigur Erling Simonsen”. 


Í samkenslu við Jórun, Erlendi og Rannvu við familjum, vilja vit í barnatannrøktini lýsa frið yvir minnið um Erling Simonsen.


Starvsfólkini í barnatannrøktini hjá Tórshavnar kommunu.