Erling við í stórtapi

Hetta hóast heimavøll og eini ætlan um trý stig, soleiðis at liðið kundi vinna seg upp á eitt sjeynda pláss í deildini. Henda royndin miseydnaðist, men í Vanløse eru tey kortini ógvuliga væl nøgd við kappingarárið, har tey vunnið 11 dystir, spælt tíggju javnar og tapt níggju. Tilsamans rakk hetta til eitt áttanda pláss og 43 stig.

Erling Jacobsen spældi dystin á tamb í verjuni, meðan Páll Klettskarð ikki var í hópinum. Hinvegin var ein annar maður, sum ikki er heilt ókendur í føroyskum fótbólti, við á Vanløse-liðnum, men fór skaddur av vøllinum tíðliga í dystinum.

Dennis Holmberg, sum spældi við B36 í fjør, umboðar í ár Vanløse, har hann hevur havt ein rímiliga sentralan leiklut á liðnum. Hann hevur, eins og Páll Klettskarð, skotið tvey mál fyri Vanløse í ár.