Erna nærkast Jens

Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, er framvegis tað best umtókta stjórnarleiðaraevnið í Noregi, men forkvinnan í Høgraflokkinum, Erna Solberg, hevur tikið seg rættiliga nógv fram á hann í seinastuni, og nú er munurin lítil.

Ein nýggj meiningakanning, sum norska kringvarpið NRK hevur gjørt, vísir, at 46,8 prosent av teimum spurdu halda Jens Stoltenberg vera tann politikaran, sum er best egnaður til at standa á odda fyri landsins stjórn. 38,6 prosent svara, at tey vildu heldur havt Ernu Solberg í tað embætið.

Høgri hevur landsfund hetta vikuskiftið.

Tann stóri taparin í kanningini er sambært NRK forkvinnan í Framburðsflokkinum, Siv Jensen, tí bara 8,7 prosent av teimum spurdu vilja hava til forsætisráðharraa.