Erna og Njál fingu stóra heiðursløn

Føroysku hjúnini, Erna og Njál Djurhuus, fingu í gjár eina stóra norska heiðursløn fyri arbeiði millum tey, sum búgva á gøtuni og ikki klára seg í samfelagnum. Heiðurslønin er uppá 200.000 norskar krónur

Jógvan Hugo

Gardar, Oslo


Seinnapartin í gjár fingu føroysku hjúnini Erna og Njál Djurhuus »Scheiblers Hederspris« fyri arbeiði teirra í miðbýnum í Oslo. Her hava tey bæði í fimtan ár arbeitt í Urtegata, har Frelsunarherurin hevur Urtegatas Fyrlyskorpset. Her koma fólk, sum eingin annar vil kennast við av alkoholikarum, evnismisnýtarum og tey, sum ikki megna at liva í tí norska kappingarsamfelagnum. Heiðurslønin er uppá 200.000 krónur.

Erna og Njál Djurhuus hava vígt lív sítt til arbeiðið innan Frelsunarherin, og tey hava arbeitt millum annað í Íslandi, Føroyum og Noregi.

? Okkara arbeiði í Urtegata hevur verið ein stór uppgáva ? okkara lívsverk kunnu vit kalla tað. Vit hava fingist við hetta, tí okkum hevur dámað at fingist við hetta, og vit høvdu gjørt tað óansæð um samfelagið og borgararnir annars ikki høvdu givið okkum ans, siga Erna og Njál um arbeiði sítt.

? Men tað er gott at kenna, at fólk, sum eru væl fyri í samfelagnum, hava givið okkum ans og stuðlað okkum í okkara arbeiði, sigur Njál.


Samfelagi vísir

takksemi

Vit hittu hann beint undan handanini á skrivstovuni hjá honum gjáramorgunin. Vit noyddust skjótt at flyta okkum inn í eitt rúm, har eingin telefon er. Njál Djurhuus dugir illa at siga nei, og tað eru nógv, sum ynskja ráð frá honum ella vilja hava hann at koma til eitt hvørt.

? Tað liggur í okkum, at vit vilja hjálpa, tá onkur hevur brúk fyri hjálp. Hetta haldi eg er nakað, sum liggur í okkum føroyingum, sigur Njál.

»Scheiblers hederspris« varð handaður Djurhuus-hjúnunum av fyrrverandi formanninum og stórtingspolitikaranum Kaci Kullman Five. Í nevndini fyri heiðurslønini situr eisini Sissel Benneche Osvold. Hon er blaðkvinna á Dagbladet og er kend fyri sín hvassa penn.

Heiðurslønin verður latin persónum, sum gjøgnum sítt arbeiði eru við til at gera lívið betri og ríkari. Teir bólkarnir, sum verða nevndir serliga, er arbeiði millum ung, innflytarar, støk foreldur, gomul og sjúk.

Millum tey sum hava fingið heiðurslønina finna vit fleiri av best kendu norðmonnunum seinastu 20 árini, t. d. rithøvundurin Erik Fosnes Hansen, skemtarin Øyvind Blunck, samiski tónleikarin Mari Boine og unga pakistanska gentan Deepika Thathaal, sum valdi at gerast tónleikari burturav.


Má gera okkurt

Erna og Njál liva við arbeiðnum alt døgnið, og hvønn einasta dag. Eingin dagur ella tíð er ópassandi.

? Fólk ringja ikki til mín klokkan fýra á morgni, um tey ikki hava okkurt uppá hjartað. Sjálvt um eg havi verið á ferð dagin fyri og ikki kom heim fyrr enn á midnátt og skal tíðliga avstað á morgni, so má eg taka mær tíð til at tosa við tey, sum ringja, sigur Njál.

Hann hevur ilt við at sita stillur, og okkurt má henda. Hetta krevur sjálvandi sítt, og Erna og Njál hava av og á verið noydd til at steðga á, áðrenn tey kunnu fara víðari.

? Fyri meg hevur Erna verið tann besti stuðulin. Hon hevur evnini til at siga við meg, tá eg eri upp á tað villasta: »Njál, kanst tú ikki bíða við hasum til í morgin«, og so geri eg tað. Og tað vísir seg, at av og á hava vit brúk fyri at steðga á fyri ikki at oyðileggja okkum og kanska onnur við.


Framvegis samband

Erna arbeiðir framvegis í Urtegata. Hon er nú við í dagligu leiðsluni har. Sjálvur er Njál farin í annað starv. Nú er hann kunningarstjóri í norska frelsunarherinum.

? Eg fekk hendan møguleikan, og valdi at siga ja, tí eg helt, at tað var best bæði fyri meg og tað sum fyrigongur í Urtegata, at eg ikki gjørdist »syvende far i huset«.

? Hetta virksemið skal mennast, og tá er gott við nýggjum blóði av og á. Men eg havi fingið lov til at hjálpa til onkrar dagar. Og tað er gott ikki at missa sambandið heilt við stovnin. Eg kenni hesi fólkini so mikið væl og ynski teimum alt tað besta, hóast tey eru illa fyri.

Erna og Njál hava tosað um, hvat pengarnir, sum tey fingu í heiðursløn skulu brúkast til, og tey eru púra samd.

? Einki skal í okkara lummar. Helvtin av upphæddini verður latin beinleiðis til Urtegata Fyrlyskorps. Hina helvtina skulu Erna og eg tosa nærri um, men vit eru samd um, at hetta skal gevast til eitt endamál.