Ernst og Kári p vóru stjørnurnar

Ernst Sondum Dalsgarð og Kári p vórðu stjørnurnar. Strongda sjónvarpsmanningin fekk kompliseraðu kabalina at ganga upp, meðan Poul Jákup Thomsen tuskaði runt. Ársins nýggjárskonsert, sum samstundis var eitt innsavningartiltak til neyðstøddu offrini í Suðurasia, var ein succes. Slakar seks milliónir vórðu savnaðar

Klokkan er 17.58, og nú stundar veruliga til, at konsertin fer av bakkastokki. Alla vikuna hevur verið tosað og skrivað um stórfingnu konsertina, sum skal vera endaspurturin á innsavningini hjá Reyða Krossi.Tá tú kemur inn í forhøllina, varnast tú skjótt, at hetta er eingin tilvildarlig konsert. Útvarpið og Sjónvarpið hava boðað frá, at tey senda konsertina beinleiðis út í hvønn krók í kvøld.
Góðan tíma undan startskotinum renna teknikarar, vertir, samskiparar, hjálparfólk og sminkøsir í forhøllini. Hetta er seinasta freist at fáa síðstu bitarnar í fyrireikingunum upp á pláss. Tropparnir hjá SvF savnast í brekkuni í forhøllini. Øssur Winthereig og Høgni í Jákupstovu geva seinastu boðini, áðrenn farið verður út í luftina. Spenningurin er, sum hann plagar at vera, áðrenn eina beinleiðis sending. Kortini tykist sjónvarpsmanningin hava tamarhald á støðuni. Hvørki illbønir ella kjaftaslit eru at hóma.
Vertirnir hjá SvF, Bogi, Tórður og Sigrun eru eisini til reiðar. Maiken hevur rættað slipsaknútarnar, sett hárið, putrað og smurt maskara, so tey trý verða etilig hjá føroya fólkið komandi fýra tímarnar.
Rundan um kantinuna í forhøllini ganga mannligu kórsangararnir við sangmappunum undir arminum. Baksið við at lata seg í butterflyina og at strúka svørtu buksurnar og hvítu skjúrtina er av, og nú er bara at brynja seg við toli til boð verða eftir teimum í konserthøllini. Flestu teirra eru álvarsamir og royna at savna tankarnar. Teir ganga í hvør sínum lagi í forhøllini, og tað tykist sum um teir helst vilja hava frið, áðrenn teir skulu á pallin.
Meðan stemningurin í forhøllini millum kórsangararnir tykist vera álvarsamur og friðarligur, er lítið friðarligt yvir Pollaranum. Poul Jákup Thomsen tuskar í sínum eyðkenda stíli runt sum eitt óløgi millum forhøllina, Klingruna og konsertsalin. Tey seinastu praktisku tingini eru við at koma upp á pláss. Áhoyrararnir, sum koma inn í forhøllina úr illfýsna veðrinum royna at fanga hann á máli, men hann er noyddur at gera skjótt av, tí konsertin er við byrja, og alt er eftir øllum døma ikki komið heilt komið upp á pláss.
Seinasta hálva tíman tysja fólk inn í Norðurlandahúsið, og góðar 10 minuttir fyri startskotið eru nærum allir stólarnir upptiknir. Nógv eru farin í fínasta stás til konsertina. Stutt fyri byrjan kemur Kári p gangandi eftir trappunum oman í Klingruna. Fólkakæri vísusangarin er smæðin og hyggur niður í gólvi. Fólk í salinum eru skjót at venda eyguni ímóti honum og peika og teska. Hetta er óivað fyrstu ferð í fleiri ár, at fólk fáa møguleikan at síggja frálíka troubadurin framføra, og spenningurin er stórur.
Høvuðspersónurin letur sum einki og setur seg friðarliga niður á ein av aftaru stólunum í salinum, og bíðar til, at konsert byrjar.

----------

So byrjar formligi parturin, sum verður sjónvarpssendur. Løgmaður lýsir tøgn í tríggjar minuttir, og tað hevur sjáldan verið so friðarligt millum so mong so leingi. Men tøgnin verður móti endanum brotin, tá onkur ikki longur fær hildið sær og hostar harðliga og hart.
So fer tónleikurin í gongd, og í hvørjum steðgi sæst Poul Jákup renna runt sum fluga í fløsku. Hann missir knappliga ein bunka av nótum, sum hann á øllum fýra má savna saman aftur. Nú gerst tað ov heitt fyri spelandi samskiparan, og hann fer úr klædningsjakkanum.
Tónleikurin gongur við fullari ferð, og eingin ivi er um, hvør stjørnan er. Eftir at dupultkvartettin í Ebenezer hevur brillierað, er Ernst Sondum Dalsgarð kongurin í Norðurlandahúsinum, og sum ein rættur Don Juan við síðum hári forførir hann alt og øll. Umframt operarøddina hevur hann sjarmuna og útstrálingina, sum tryggjar honum stjørnustatus. Í einum steðgi kemur hann troyttur út í kafeteriuna í forhøllini. Hann sigur seg vera svangan og tystan, og í einum slúkar hann eina sodavatn við onkrum afturvið. Hann tuskar backstage, og lítla løtu seinni er hann aftur á palli.
Meðan Ólavur Jakobsen præsenterar næsta stykki, og klassiski tónleikurin frá symfoniorkestrinum fyllir høllina, stendst ósemja millum SVF manningina úti í forhøllini. Øssur vil hava greiðu á, um peningaliga ískoytið frá landsstýrinum er íroknað í milliónaupphæddina á skerminum. Skjótt verður semja, eftir at Sigrun Brend hevur ræssonerað seg fram til, at milliónirnar frá landsstýrinum ikki eru millum tær fimm milliónirnar, vit higartil eru komin upp á.
Symfoniorkestrið heldur fram við at bergtaka, í øllum førum fyri ein amatørlurtara. Ein fyrrverandi strúkari í symfoniorkestrinum heldur í steðginum fyri, at mistøkini eru ov nógv og tónlistarliga dygdin ov vánalig. Meðan summi krympa tærnar og snerkja, sita onnur við tárum í eygunum og njóta himmalska tónleikin. Munur er á monnum.
Sum heild tykist alt ganga, sum tað skal, og Tórður Mikkelsen hevur enntá stundir til eitt prát. Eingin panikkur, og fyrireikarar tykjast hava tamarhald á stóra tiltakinum.
So er klassiski tónleikurin frá symfoniorkestrinum liðugur, og konubrotið Sigrid Sivertsen framførir saman við barnakórinum Dropar. Kári Sverrisson foldar seg síðani út saman við hinum báðum í Enekk, áðrenn Teitur, Eivør og Kári p koma á pallin, og fólk koma rennandi úr forhøllini innaftur í høllina. Tey trý sjarmera seg inn í hjørtuni á áhoyrarum, og fagnaðurin og lógvabrestirnir vilja ikki steðga, tá tey eru liðug. Stjørnutrioin kemur innaftur á pallin, men vit áhoyrarar fáa ikki tað eykanummarið, vit høvdu vónað.
Síðani kemur Aldubáran við Karl Martini Samuelsen og Annu Mariu Olsen, og so endar tiltakið við stóru finaluni, har øll eru á palli.

-----------

Eftir tiltakið tykjast andlitsbrøgdini tala fyri seg. Øll smílast, og Teitur kann ikki halda sær og hálsfevnir Suna Vinther, sum seinastu dagarnar hevur verið atypiska celebrity-stjørnan í føroysku fjølmiðlunum. Eitt lítillátið, sympatiskt og stórt menniskjað. Gissur, Poul Jákup, sjónvarpsfólk, løgmaður, mentamálaráðharrin, tónlistafólk skifta orð og frøðast.
Men millum smílandi andlitini skundar ein styggur maður við guitara á baki sær avstað. Øll vilja hálsfevna og heilsa uppá fólkakæra troubadourin, men hann er einki við uppá at steðga á. Kári p hevur leverað vøruna, fólk vilja sýna honum takksemi, men hann er einki við uppá at hoyra lovsongsorð. Hann sleppur sær skjótt út í myrkrið og illfýsna veðurlagið.
Vit onnur fara nakað seinni aftaná út í bilarnar. Glað fyri eina tónlistarliga uppliving av teimum stóru, og mitt í sorgini eru vit eisini glað fyri, at smáu oyggjarnar í Norðuratlantshavi eisini kunnu luttaka í hjálpini til neyðstøddu offrini í Suðurasia. Endaliga úrslitið av innsavningini gjørdist slakar seks milliónir. Óført.
Kvøldsins vísdómsorð átti indiska Kalpana, sum í sjónvarpinum heitti á føroyingar um at halda fram við hjálpini. Spurningurin er so, um talan er um eitt eingangsflipp, ella um globala samvitskan og solidariteturin fer at halda fram.