Konsertfelagið fær í mars forvitnisliga vitjan av operasangarum, ið nevna seg ?Det Syngende Selskab?, sum er eitt syngjandi harkalið við løttum operatónum Í hesum harkaliði er føroyski tenorurin Ernst Sondum Dalsgarð. Afturat sær hevur hann Merete Sveistrup, sopran og Pia Schnack, mezzosopran. Harafturat er Vagn Sørensen við sum klaverleikari.
Tey framføra verk úr operum, operettum og musicals. Skrá teirra er sera fjølbroytt og verður hon sett saman júst til høvið. Ernst kenna vit væl her heima frá m.a. Nýggjárskonsertini og øðrum solistuppgávum. Merete Sveistrup og Pia Schnack eru báðar nógv í umbúna innan teirra fak og hava tær báðar havt týdningarmiklar leiklutir á ymsu operapallunum í Norðanlondum.
Tey fara at hava tríggjar konsertir:
Hósdagin 27. mars kl. 19.30 í Menturnarhúsinum í Fuglafirði.
Fríggjadagin 28. mars kl. 20.00 í Ósaskúlanum í Klaksvík.
Sunnudag 30. mars kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum.
Á konsertini í Klaksvík luttekur eisini kvinnukórið Suð við Steinvør Fonn sum leiðara. Endaliga skráin hjá teimum er enn ikki løgd, men verður meira at frætta um hetta sera spennandi tiltakið her á síðuni.
Konsertferðin er eitt samstarv millum Klaksvíkar Býráð, Norðurlandahúsið, Fuglafjarðar Kommunu og Konsertfelagið.