Eru fólk í Føroyum rík ella fátæk?

Trupult er at meta um framtíðina, tá ið vit vita so lítið um nútíðina og fortíðina

Herfyri vóru ein røð av stovnum, felagsskapum og ráðum biðin um at geva Løgtingsins fíggjarnevnd sítt íkast til, hvussu mett var, at búskaparligu útlitini eru fyri komandi ár. Samtak var við á hesum fundi, men sigast má, at tað er trupult at meta um útlitini fyri komandi ár, tí vit vita so lítið ítøkiligt um, hvørjir sannleikar fjala seg handan tey fáu arbeiðsmarknaðar og sosialu hagtølini, ið vit hava í dag.

Kortini ber sjálvsagt til at greiða frá inntøkugongdini hjá fólki, og at siga eitt sindur um, hvussu støðan er í dag samanborið við undanfarin ár. Tað ber tó ikki til at siga nakað avgerandi um, hvussu livistøði er hjá fólki, tí tann vitanin ber ikki til at fáa, hvørki frá fakfeløgunum ella Hagstovu Føroya, sum annars hevur ein hagtalsbanka, sum er eitt frálíkt amboð.

Hagtølini hjá fakfeløgunum

Ein støðulýsing av inntøku- og livikorum føroyinga er trupult at gera, tí vit vita ov lítið um støðuna hjá fólki. Til ber at lesa úr hagtølum hjá Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag, hvørjar inntøkurnar eru. Tað ber til at síggja menningina seinastu árini, og hvussu inntøkurnar broytast hjá somu persónum, men hvørji onnur viðurskifti eru galdandi vita fakfeløgini ikki.

At ein persónur hevur eina lága inntøku kann vera, tí viðkomandi hoyrir til ein láglønarbólk, men tað kann eisini vera at viðkomandi hevur inntøku aðrastaðni, og er partur av einum øðrum fakfelagi. Inntøkurnar hjá teimum ymisku fakfeløgunum eru ikki samankoyrd.

Um hugt verður eftir hagtalsbankanum hjá Hagstovu Føroya síggjast ein rúgva av áhugaverdum hagtølum, men enn eru hagtølini ikki nóg væl útgreinað fyri arbeiðsmarknaðin ella sosiala økið. Vit vita t.d. ikki, hvat veruliga tímalønin hjá fólki er, ella hvussu nógv ein arbeiðstími kostar arbeiðsgevaranum innan ávísar vinnur, tí tey hagtølini finnast ikki í løtuni. Av prosentgjøldunum, sum fakfeløgini fáa fyri t.d. trygging, ber til at siga eitt sindur um inntøkuna hjá fólki, men onki sæst um, hvussu nógvir arbeiðstímar liggja handan eina inntøku.

Heldur ikki ber til greitt at siga, hví munurin millum inntøkurnar hjá kvinnum og monnum økist ella minkar. Hví forvinna kvinnur nógv minnið enn mennirnir? Er tað tí at tær arbeiða færri tímar? At tær ikki sleppa at arbeiða yvir? At kvinnur arbeiða niðursetta tíð? At kvinnur forvinna minnið um tíman, hóast tímalønin sambært sáttmálanum er tað sama? Spurningarnir eru nógvir, men svarini, sum vit kunna fáa úr teimum ymisku hagtølunum her á landi eru ov avmarkaði til, at til ber at gera greiðar niðurstøður og handlað samsvarandi.

Lutfalsligt fátækradømi

Tað hevði eisini verið sera viðkomandi at fingið staðfest, hvussu nógv fólk í Føroyum liva í lutfalsligum fátækradømi. Um til ber at fáa eina yvirskipaða mynd út frá nøkrum hagtølum, so átti tað eisini at verið lættari at gjørt ein skipaðan innsats á økinum.

Í Danmark var fyri nøkrum árum síðani staðfest, at eini 50.000 børn vaksa upp í lutfalsligum fátækradømi. Um tølini í Føroyum eru samsvarandi teimum donsku, so eru eini 500 børn í Føroyum í vaksa upp í lutfalsligum fátækradømi í Føroyum. Vit vita bara ikki, um hetta er tað veruliga talið. Tað kundi verið nakað sum bendi á, at talið var hægri enn 500 børn, sum vaksa upp í lutfalsligum fátækradømi her á landi, tí livikostnaðurin her er hægri, tað er fáir bíligir bústaðir, sosialar veitingar eru ikki eins góðar í Føroyum, sum tær eru í Danmark, lestrarstuðulin er minnið, barnastuðulin til einligar forsyrgjarar er minnið, bústaðarstuðul er ongin í Føroyum o.s.v. Hinvegin kunna tað vera onnur viðurskifti, sum ávirka jaliga vegin í Føroyum.

Sum støðan er í løtuni, so vita vit ov lítið um samfelagið, og tí er tað og verður tað trupult hjá myndugleikunum at stýra, tí vitanin fyri at taka skilagóðar avgerðir er ikki nóg greitt til staðar.

Í veruleikanum vita vit ikki, um tað eru 5 familjur, 50 familjur ella 500 familjur, sum liva í lutfalsligum fátækradømi - vit vita ikki, hvussu nógv børn líða undir hesum. Í øllum londunum í Vesturheiminum hava tey nøkur kvalitativ hagtøl, sum m.a. siga eitt sindur um, hvussu húsarhaldsinntøkan er. Hesi tøl hava vit ikki í Føroyum, og hesi tøl fáa vit ikki, fyrr enn ein fólkateljing hevur verið.

Fólkateljingin 2010

Bráfeingistørvur er á arbeiðsmarknaðarhagtølum og tølum yvir t.d. húsarhaldsinntøkur o.a. Hesi tøl kunna fáast til vega við fólkateljingini, sum skal vera í 2010 umframt við at seta eina veiting av at fáa arbeiðsmarknaðarhagtøl til vega.

Ein umfatandi fólkateljing kundi fingið eina rúgvu av viðkomandi vitan um fólkið her býr. Í eini komandi fólkateljing kunna vit skráseta sosialu støðuna hjá fólki, útbúgvingar, bústaðarviðurskifti, inntøkuviðurskifti og mangt mangt annað. Er fólkateljingin væl skipað og ikki minst, fær hon ta neyðugu játtanina á fíggjarlógini, so kann hetta var tann seinasta fólkateljingin, ið neyðug er at skipa í Føroyum. Tað eru meir enn 30 ár síðani at seinasta fólkateljingin var.

Samtak heitir á løgtingið um at raðfesta tað frammarlaga at fáa neyðugu vitanina til vega. Hetta er eitt týdningarmikið amboð til at kunna gera støðuna upp, sum hon er í dag, so at vit kunna taka skilagóðar avgerðir fyri morgindagin. Í løtuni eru trupult at meta um útlitini hjá fólkinum í Føroyum, tí vit vita ov lítið um, hvussu støðan er her og nú.