Nettoognin hjá hvørjum einstøkum føroyingi verður í dag mett til at vera 46.000 kr. í útlendskum gjaldoyra. Av norðurlondum er tað bert Noreg sum hevur størri nettoogn í mun til BTÚ enn føroyingar. Nettoognin er helst umleið 2,2 milliardir í dag.
Gjaldsjavnin hevði í 2010 eitt avlop á 785 milliónir í mun til eitt hall á 177 milliónir í 2009. Hetta stavar í høvuðsheitum frá øktum útflutningi, meðan innflutningurin ikki er broyttur stórvegis.
Mett verður, at gjaldsjavnavlopið í 2011 er umleið hálva milliard, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðu síni.