Eru farin at dagføra VB húsið

Mentamálanevndin samtykti á seinasta fundi í januar at gera fleiri dagføringar í VB-húsinum. Tað verður byrjað við at gera nýggj vesir. Hettar arbeiðið er longu byrjað.

 

At gera hesar dagføringar var eisini staðfest bæði í fíggjarnevndini og einmælt samtykt á seinasta býráðsfundi.

Tekninska umsitingin hevur gjørt eina ætlan og mæla til, at best er at byrja at dagføra vesini í VB húsinum.

Annars er fleiri dagføringar, sum skulu gerast í framtíðini, eitt nú skiftingarrúm o.a.

Nakað av arbeiði er longu gjørt í VB húsinum og í Ítróttarhøllini av eldsálum og arbeiðsmonnum hjá Vágs kommunu.

– Hettar er sera tiltrongd og er altneyðugt. VB húsið er frá 1977 og Ítróttarhøllin er frá 1980, tey treingja bæði til stórar dagføringar.

– Okur noyðast, at halda áfram og at vilíkahalda og best er at gera hesar dagføringarnar stigvís, tí tað er ov kostnaðarmikið at gera alt í senn.

– Arbeiðið er byrjað, í ár er jú stór tiltøk fyri framman bæði Dansibandfestivalur og Jóansøkan nærkast, sigur Levi Mørk, formaður í mentamálanevndini hjá Vágs kommunu.

Mett verður dagføringin av vesini í VB húsinum, sum eisini skulu hava atgongd til fólk við skerdum førleikum, kostað umleið 700.000 krónur.