Tað eru góð sannlíkindi fyri, at Føroyar fara at fáa eina góða byrjan upp á Nations League, sum byrjar í morgin. Tað meta í øllum førum veddingarfyritøkurnar, ið hava Føroyar sum favoritt fyrsta dystin í bólkinum ímóti Malta.
Í løtuni bjóða 54 veddingarfyritøkur odds upp á dystin. Miðaloddsið upp á føroyskan sigur er 1,75. Umskrivað til sannlíkindi merkir tað, at Føroyar hava áleið 53% møguleika at vinna. Hægsta oddsið upp á føroyskan sigur er 1,85. Tað fæst hjá 1xbet.com.
Les eisini: Váttað: Gunnar Vatnhamar byrjar
Miðaloddsið upp á javnleik er 3,23. Tað merkir, at tað eru 29% møguleiki fyri at tað endar við javnleiki. Vónirnar til Malta eru ikki stórar, tí miðaoddsið upp á maltesiskan sigur er 5,31. Í sannlíkindum gevur tað 18%.
Hjá teimum her um leiðir meira kendu veddingarfyritøkunum fæst odds 1,80 upp á føroyskan sigur hjá Bet365 og odds 1,75 hjá Danske Spil.
Landsdysturin ímillum Føroyar og Malta verður á Tórsvølli í annaðkvøld kl.19.45. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, og eisini verður beinleiðis tekstafrásøgn á in.fo.