Tað eydnaðist heldur ikki í hesum umfari at bjarga bátinum, sum sakk í Skopunarfirði hósnáttina, eftir at farmaskipið, Mykines, hjá Smyril Line, hevði siglt á hann. Ein maður varð bjargaður, men ein kom ikki aftur í aftur.
Og á MRCC siga tey, at nú er harðnandi streymur, so tað er vónleyst at gera nakað, sum støðan er nú. Men tá ið streymurin er batnaður aftur um eina góða viku, verður enn ein roynd gjørt at bjarga bátinum.
Stutt eftir at báturin var sokkin, varð botnurin skannaður og tá eydnaðist at finna hann, men royndin at bjarga honum, miseydnaðist.
Men báturin flutti seg, og so varð farið at leita eftir honum einaferð afturat. Tey hildu seg eisini hava funnið bátin aftur, men tá ið tey skuldu taka myndir av honum, sóu tey ikki bátin, so nú eru tey farin at ivast í, um tað var hann, ella um tað var okkurt annað, ábotninum sum hevur villeitt tey.
Men tá ið streymurin batnar aftur, verður so enn ein roynd gjørd at leita eftir bátinum