Eru gull verd fyri føroyingar

Altjóða, føroyska skipaskrásetingin, FAS, er gull verd fyri Føroyar.'

 

Tað staðfestir Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, í eini nýggjari frágreiðing um, hvørja fíggjarliga ávirkan, FAS, hevur á føroyska samfelagið.

 

Hansara niðurstøða er, at í 2014 gav FAS tí almenna góðar 60 milliónir krónur í eyka inntøkum.

 

Hann sigur, at tilsamans stendur FAS fyri fimm prosentum av heildarbúskapinum, men niðurstøðan er eisini, at nógv fleiri inntøkur kunnu vinnast burtur úr skipanini. Hann sigur, at í 2014 vórðu 605 milliónr krónur rindaðar í FAS lønum og av teimum fingu føroyingar 247 milliónir í lønum.

 

Sostatt rindaði FAS 28,8 milliónir í landskassan í partafelagsskatti, arbeiðsmarknaðargjøldum og í skrásetingargjøldum.

 

Men tað er eisini nógv avleidd virksemi til føroysk feløg, grannskoðarar, sakførarar, gisting, og so frameftir. Tilsamans gevur tað avleidda virksemið einar 31 milliónir.

 

- Skulu vit geva eina mynd av, hvussu stór FAS-skipanin er í tí føroyska samfelagnum, mugu vit hyggja at virðisøkingini.

 

- Sum sagt, so er gott helvtin av skipunum í FAS føroysk, í tann mun eigararnir eru føroyingar. Hin helvtin er útlendsk, í tann mun eigararnir eru útlendingar. Í FAS krevst, at felagið er føroyskt, men eigararnir og nevndin kunnu vera útlendsk.

 

- Tað er bara, tá ið føroyingar eiga skipið og føroyingar sigla við, at talan er um virðisøking til tað føroyska samfelagið. Tá ið føroyingar sigla við útlendskum skipum, er bara talan um eina inntøku á gjaldsjavnanum, og ein útlendingur við einum føroyskum skipi er ein útreiðsla á gjaldsjavnanum.

 

- Hinvegin hava útlendingar við útlendskum skipum einki við tann føroyska búskapin at gera í tjóðarroknskaparligum høpi. Tað almenna fær tó inntøkur, partafelagsskatt av teirra virksemi.

 

- Vit kunnu stórt sæð rokna virðisøkingina sum lønarinntøkur pluss yvirskot. Sum sagt, so vóru lønargjaldingarnar í 2014 einar 600 milliónir krónur.

 

- Yvirskotið er helst ikki so stórt, men eitt nú Smyril Line hevði einar 30 milliónir krónur í yvirskoti fyri skatt. Tilsamans verður roknað við, at talan er um eitt yvirskot á 50 milliónir krónur fyri skip í FAS-skipanini í 2014.

 

Sostatt kundi virðisøkingin hjá skipum í FAS-skipanini verið mett at vera umleið 650 mió. krónur.

 

- Hetta svarar til góð fimm % av tí samlaðu virðisøkingini í tí føroyska samfelagnum í 2013, sum var 13 milliardir.

 

Men sum sagt, so eru hesar 650 milliónirnar ikki tann veruliga virðisøkingin, tí nakrir eigarar eru útlendingar, men tær vísa støddina í føroyska búskapinum.

 

Hinvegin eru tær avleiddu vinnurnar ikki taldar við.

- Vit kunnu samanbera tey fimm prosentini hjá FAS við, at tilfeingisvinnurnar, fiskiveiða og alivinna fyltu eini 17 prosent av tí føroyska búskapinum í 2013, sigur Hans Ellefsen.