Eru herjaðaðir á aftur at grava vegirnar í morgun

Í gjárkvøldið máttu teir geva skarvin yvir, men í morgun gongur væl at grava

Tað er framvegis nógvur kavi á Gjaárskarði, og aðrastaðni, men hetta er ein góður morgun at grava kava í, sigur Landsverk

Í gjárkvøldið máttu menninir hjá Landsverki gevast at grava kava longu klokkan sjey.

 

Mortan Olsen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur, at trupulleikin var, at sýnið var so ringt, at maskinførararnir sóu ikki hvar teir koyrdu so tað var mest av trygdarávum at teir góvust so tíðliga.

 

Tað hevur verið so nógvur kavi, sum sjáldan áður. Men nú eru teir úthvíldir og klokkan fimm í morgun herjaðu allir mans á aftur at grava, sigur hann.

 

Og hann sigur, at tað hevur gingið bæði skjótt og væl. Tað var púra eingin ferðsla, so tað gekk væl at sleppa framat og klokkan gott seks í morgun vóru allir høvuðsvegirnir opnir aftur, tað eru vegirnir ímillum Klaksvík og Havnina, úr Havnini vestur í Vágar, og vestan fyri Havnina.

 

Nú eru teir so lagstir á teir smærru vegirnar at grava – men tað er krevjandi arbeiði, tí tað er so nógvur kavi, sum sjáldan fyrr.

 

Men hann sigur, at tað eru góð líkindi at grava, turt og stilli og einki kavarok, ella jarðrok. Vit fingu eina góða byrjan í morgum, og hetta er ein góður morgun at arbeiða í, sigur hann.

 

Serliga á Gjáarvegnum, og øðrum vegum uppi í fjøllunum, er sera nógvur kavi, sigur Mortan Olsen.

 

Enn er ikki koyrandi til Saksunar, til Skælings, til Tjørnuvíkar, til Gjáar, til Norðadals, á Oyggjarvegnum, til Elduvíkar, til Skarvanesar, til Fámjins og til Syrðadals á Streymoynni. 

 

Har er smalt, so tað er ringt at siga, nær tað er koyrandi allastaðni, men tað verða nakrir tímar. Annars er tað hált í støðum um alt landið, so hann heitir á bilførarar um at koyra varliga.

 

Hann sigur, at eftir forsagnunum, verður eitt fýs aftur í kvøld, men tað verður ikki av sama kalibur sum í gjárkvøldið, sigur økisleiðarin.

 

Tað er framvegis nógvur kavi á Gjaárskarði, og aðrastaðni, men hetta er ein góður morgun at grava kava í, sigur Landsverk