Í samráð við løgregluna og sløkkiliðið fer Tórshavnar kommuna í ár at seta upp ellivu stabbar, ið skulu verja ólavsøkugestirnar móti yvirgangi. Tað hevur fallið summum fyri brósti, at stabbarnir ikki eru nakað serliga vakrir at hyggja at, og er tað eitt sjónarmið, ið Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tekur undir við.
- Teir eru ikki serliga penir, og tí eru vit í holt við at bíleggja nýggjar stabbar til næsta summar. Vit vilja eiga nakrar sjálvar, tí tað eru so nógv tiltøk í býnum, so sum ólavsøka, Tórsfest og Voxbotn, har slíkir verða brúktir, sigur Annika Olsen.
Kommunan fer í næstum at seta seg í samband við eitt lokalt listafólk, ið fær til uppgávu at gera nakrar stabbar, ið prýða um býin, men sum eisini skulu kunnu brúkast til fólk at hvíla seg á.
- Hugskotið til hetta kom, tá vit vóru til oyggjaleikir á Gotlandi. Har høvdu teir trygdarstabbar, ið líktust veðrum, ið eisini er búmerkið hjá Gotlandi. Men teir vóru av slíkum sniði, at til bar at seta seg á teir og hvíla beinini, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.