Eru ikki sloppin at bora í Havn í eina tíð

Tað er ikki allastaðni, har tað skal vera loyvt at bora, men nú kemur gongd á aftur

Í einar seks vikur hevur Tórshavnar Býráð ikki avgreitt nakrar umsóknir frá fólki um loyvi til at bora jarðhitatol.

 

Men Marius Müller, deildarleiðari á byggideildini hjá Býráðnum, sigur, at nú fara tey aftur so smátt aftur at avgreiða umsóknir.

 

Hann sigur kortini, at tey hava ráðført seg við tey, sum bora og hava fingið at vita, at hesin steðgurin upp á seks vikur, hevur ikki forðar nøkrum at fáa sær jarðhita, tí bíðitíðin er long.

 

Orsøkin til, at býráðið hevur drigið á at geva fleiri loyvi, er fyri at binda um heilan fingur.

 

Marius Müller sigur, at tey hava viljað havt eitt yvirlit yvir støðuna fyri ikki at koma í trupulleikar. Í hesum sambandi hava tey roynt at kanna eftir, hvar tað er hugsandi, at talan kann verða um at bora tunlar undir Havnini.

 

Eitt nú hevur talan hevur verið um at bora parkeringstunnil undir Havnini og endamálið hevur verið at forða fyri, at tað ikki ber til at gera tunnilin upp á besta mátan tí eitt jarðhitahol er í vegin.

 

– Tí hava vit arbeitt við at merkt teystøðini, har tað ikki verður loyvt at bora jarðhitahol, sigur hann.

 

Ein annar trupulleiki er vatnið, sum kemur upp úr jarðhitaholum. Tað verður pumpað upp í bingjur, men sum støðan er nú, endar nakað av tí í kloakkum, ella í áum.

 

Marius Müller sigur, at tey eru í einum góðum samskifti við tey, sum bora, um at sleppa undan hesi dálkingini.

 

Hann sigur, at í løtuni hevur Tórshavnar Býráð ikki meiri enn einar 10-15 umsóknir um at fáa jarðhitahol. Men hann sigur, at ein orsøk er, at tey, sum bora, hava drálað við at senda umsóknir inn. Ein onnur orsøk er sjálvandi eisini, at tey vita, at býráðið hevur ikki avgreitt tær kortini.

 

Men ein onnur orsøk er, at bíðitíðin er so long, at tað er ikki aktuelt at bora enn kortini. Tí hava bara bíðað við at senda umsóknirnar inn, til tað nærkast, at tað verður aktuelt at bora, sigur Marius Müller.