Tað tykist, sum krúnprinsparið eru íðin eftir at heilsa upp á fólk á vitjan teirra í Føroyum. Serliga Mary, krúnprinsessa, gevur sær góðar stundir at heilsa upp á fólk, sum standa fram við leið teirra.
Fyrrapartin hevur krúnprinsparið vitjað trappuna í Vágsbotni, skúlan á Argjahamri og Finsen, umvælda kommunuskúlan í Havn.
Á trappuni heilsaði krúnprinsfamiljan upp á býráðið, áðrenn Annika Olsen, borgarstjóri, helt røðu fyri teimum.
Hon mintist aftur á seinast, krúnprinsparið vóru í Føroyum, í 2005. Mary, krúnprinsessa, og Annika Olsen, vóru báðar við barn tá og tosaðu saman um hetta. Tær tosaðu millum annað um, hvussu føroysku klæðini skuldu sita, tá ein gekk við búki.
- Tí er tað mær ein stór gleði, at tað nú, 13 ár seinni, er sonur mín, sum eg gekk við tá, sum handar krúnprinsfamiljuni eitt blómutyssi, segði hon millum annað í røðu síni.
Eftir røðuna fingu Búi Dam og Dánjal á Neystabø lív í frammøttu fjøldina, tá teir spældu nøkur av hittunum úr Ævintýraferðini, millum annað um Grækaris Grashøvd.
Úr miðbýnum gekk leiðin út í skúlan á Argjahamri. Har greiddi skúlastjórin frá søgu skúlans, áðrenn 5. flokkur kvóð og dansaði Nykurskvæðið fyri krúnprinsfamiljuni. 3. flokkur gav teimum fýra krúnprinsbørnunum, Christiani, Isabellu, Vincenti og Josephinu hvør sína tekning, áðrenn aðrir flokkar høvdu onkrar framførslur fyri krúnprinsparinum. Aftaná gekk leiðin fram við barnagarðinum á Argjahamri, so børnini har fingu høvi at síggja tey kongaligu.
Krúnprinsparið fór síðani oman á Finsen, har borgarstjórin vísti teimum runt í nýggju íbúðunum og til seinast í auluni. Hon greiddi frá listaverkunum hjá Williami Heinesen, sum hanga í auluni og søguni um Sjúrðarkvæðið. Síðani framførdi Ólavur Jakobsen eitt lag fyri krúnprinsparinum á klassiskum guitara. Tað er William Heinesen, sum hevur gjørt lagið, sum er variatiónir yvir eitt Kingo-lag, Vaagn op, og slå på dine strenge.
Nú bjóðar Tórshavnar kommuna krúnprinsfamiljuni eitt máltíð á Hafnia, áðrenn leiðin seinnapartin aftur gongur út í býin. Tá skal Mary, krúnprinsessa, vitja Býlingshúsið undir Fjalli og Kvinnuhúsið, meðan Fríðrikur, krúnprinsur, vitjar Glasir og Sjóvinnuhúsið. Síðani fara bæði í Løgtingið at hitta løgtingslimirnar har.
Í kvøld verður so galladøgurði í Norðurlandahúsinum.