- Vit fara framvegis at verða vinir, og tað verða ongar ringar kenslur um hetta. Orðini eigur formaðurin í oyggjaleikanevndini í oyggjaleikanevndini á Orknoyggjunum, Robbie Fraser, sum slær fast, at hann er rættiliga bilsin um, at Føroyar vilja hýsa somu oyggjaleikir, sum Orknoyggjar ætla at hýsa, nevnliga oyggjaleikirnar í 2023.
Robbie Fraser slær fast, at tey góðtaka fult út, at tað nú er kapping um at hýsa oyggjaleikunum í 2023. Tey fara tó at arbeiða víðari við at røkka teirra máli. Oyggjaleikanevndin á Orknoyggjunum hevur fingið fullan uppbakning frá politisku myndugleikunum, og hava haraftrat fingið ein fíggjarligan styrk uppá eina miljón bretsk pund, sum svarar til umleið 8,5 miljónir krónur í okkara peningi.
Robbie Fraser ásannar, at Orknoyggjar eru aftanfyri Føroyar, tá um telesamskiftið og internet ræður, men tað verður bøtt munandi um hetta í næstum. Í Kirkwall kunnu tey eisini bjóða ein ítróttarmiðdepil, sum nevnist The Pickaquoy Centre, sum kann hýsa teimum flestu ítróttargreinunum á einum og sama staði. So á Orknoyggjunum haldi tey seg hava eitt gott boð, og tey fara at arbeiða hart fyri at fáa oyggjaleikirnar í 2023.
- Vit vilja sleppa at rinda aftur alt tað gestablídnið vit hava upplivað, tá vit hava vitjað aðrar oyggjar, sigur Robbie Fraser um ynskið at hýsa oyggjaleikunum í 2023.
Spurdur um 2025 er ein møguleiki um Orknoyggjar tapa dystin um at hýsa oyggjaleikunum í 2023 sigur Robbie Fraser: - 2025 er ikki ein møguleiki. Okkara mið og mál eru oyggjaleikirnir í 2023, og fáa vit ikki leikirnar í 2023, so verða eingir oyggjaleikir á Orknoyggjunum, slær Robbie Fraser fast.