Eru klár at taka ímóti bátum og húsvagnum

(Ljóðsamrøða og kykmynd) Borgarstjórin í Sunda kommunu fer at sigla fremst

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Heðin Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu greiða frá Báta-treffinum, sum verður í Hvalvík leygardagin 30. mai. 

 

Tiltakið hevur upplivað eina menning, har undirtøkan er vaksin. Nú verður talan um eitt framúr gott økið, har ein snøgg paviliong stendur klár, og eitt stórt tjald er sett upp til at taka ímóti gestum, sum koma við bátum og við húsvagnum. Heðin verður sjálvur fremst í bátafylginum, sum fer at sigla av Selatrað til Hvalvíkar.

 

Við at TRÝSTA á HESA YouTube kykmyndina ber til at síggja nýggju paviliongina í Hvalvík: https://www.youtube.com/watch?v=yxLm28PAy-U

 

Rás2 fer at senda frá tiltakinum. Byrjað verður at senda klokkan 13.30 leygardagin, har Vilmund Jacobsen fer at práta við fólk, sum eru til bátatreff í Hvalvík.