Eru koblaðir av Visjón 2015

Høgni Hoydal og Jenis av Rana kenna seg settar til viks, í samband við Visjón 2015

Tað eru tveir, ikki sørt vónbrotnir andstøðuleiðarar, sum siga sína hugsan um Visjón 2015.
Sambært Visjónsframløguni hjá løgmanni á Hotel Føroyum hósmorgunin, er ætlanin, at allir føroyingar, samgonga, andstøða og landsstýrið, skulu lyfta í felag, um málið við Visjón 2015 skal røkkast.
Og Høgni Hoydal og Jenis av Rana greiða frá, at teir vita lítið og einki um Visjón 2015.
- Um landsstýrið ætlar at fáa anstøðuna við, áttu vit í minsta lagi at verið bodnir til framløguna á Hotel Føroyum hósdagin, siga teir, og greiða frá, at tað, sum teir vita um Visjón 2015, hava teir hoyrt í fjølmiðlunum.

Eru í Visjónstorginum
Spurdir, um teir eru vitandi um, at øll andstøðan er í einum sonevndum Visjónstorgi, sum hevur rættiliga stóran týdning fyri Visjónstilgongdina, siga teir við ein munn, at teir ongantíð hava hoyrt um hugtakið.
- Í løtuni vita vit snøgt sagt ikki, hvat hetta snýr seg um, ella um vit eru við í arbeiðinum. Fyrradagin, meðan tingfundur var, spurdi løgmaður, um vit vildu luttaka í einum bólki, sum skal arbeiða við sjálvstýrismálinum, greiða teir frá.
 Eg segði við løgmann, at ein slíkur bólkur situr frammandundan, og at eg ikki dugdi at síggja endamálið við bólkinum, sigur Jenis av Rana.

Vóru við í byrjanini
Fyri knøppum ári síðani fóru Visjónsætlanir landsstýrisins av bakkastokki, og tá vóru andstøðuflokkarnir bodnir at koma við sínum íkasti til ætlanirnar.
 Vit hava onki hoyrt aftur síðani tá, sigur Høgni Hoydal.
Og Jenis av Rana greiðir frá, at tá Miðflokkurin kom á fundin fyri einum ári síðani, og teir vórðu spurdir, hvat teir hildu verða týdningarmikið fyri, at Føroyar gerst millum heimsins bestu vælferðarsamfeløg, handaðu teir løgmanni eina Bíbliu.
- Men tað varð tikið illa upp av løgmanni, at vit vístu á okkara leið, sigur Jenis av Rana, sum eisini sigur seg einki hava hoyrt aftur til Visjón síðani tá.

Vit hava longu visjónir
Men ynskja teir báðir ikki at hava visjónir fyri Føroya framtíð?
- Vit í Tjóðveldisflokkinum hava ongar trupulleikar við visjónum, vit hava okkara stevnumið, og mær tykir, at samgongan nú hevur sitið í 2 ár og onki er komið burturúr. Nú skulu vit brúka í minsta lagi eitt ár til at orða stevnumið fyri landsstýrið, og klók fólk skulu orða og ráðgeva landsstýrinum, sigur Høgni Hoydal, sum sigur seg ikki skilja endamálið við hesum.
 Eru tað ikki júst visjónir og stevnumið, sum gera, at fólk velja at gerast politikarar, spyr Høgni Hoydal, sum samstundis ávarar um, at Visjón 2015 kann gerast eitt spinndoktaraprojekt, sum skal káva út yvir, at samgongan hevur ongar visjónir.
Og Jenis av Rana sigur, at tey altíð vilja samstarva um visjónir, sum kunnu gera Føroyar til heimsins besta vælferðarsamfelag, men at Miðflokkurin, sum øllum kunnugt, longu hevur eina visjón.

Heimsins størsta parkeringspláss
 Eg fari at mæla samgonguni til, at ansa eftir, at hetta ikki verður heimsins størsta parkeringspláss, soleiðis at skilja, at tað frá nú av ikki fer at bera til at koma við politiskum ætlanum, tí ein bólkur situr og arbeiðir við málinum, sigur Høgni Hoydal. Og hann vísir á visjónstiltøk í útlondum, eitt nú í ES, við Lissabonavtaluni, og í Danmark, har alt orðaskiftið um vælferð, verður skúgvað yvir til vælferðarkommisiónina, sum situr og arbeiðir.
 Higartil tykir mær, at Visjón 2015 er bara heit luft. Men eg fari sjálvsagt at lata ivan koma landsstýrinum til góða, sigur Høgni Hoydal, at enda.