Eru ímóti einum HM-endaspæli við 48 londum

Stóru fótbóltsfeløgini í Evropa eru ímóti einum HM-endaspæli, har heili 48 lond kappast

Nógvar miðalstórar og minni fótbóltstjóðir fegnast um ein øktan møguleika at sleppa til eitt HM-endaspæl í fótbólti, nú heili 48 lond sleppa til HM-endaspælið í fótbólti í 2026.

 

Men stóru, evropeisku fótbóltsfeløgini eru hart ímóti hesari stóru øking av luttakarum til eitt HM-endaspæl.

 

Týskarin, Karl Heinz Rummenigge er formaður fyri ECA, felagsskapinum fyri fótbóltsfeløg, og hann er hart ímóti at fara frá 32 luttakarum til 48 luttakarar: - Eg havi ikki broytt meining. Eitt HM-endaspæl við 48 luttakarum sendir út eitt skeivt signal. Í hesum førinum eru tað bara politiskar orsøkir fyri stóru broytingini. Tað er ongar ítróttarligar orsøkir til broytingina, staðfestir Karl Heinz Rummenigge. 

 

Víðari sigur Karl Heinz Rummenigge: - Vit halda, at leisturin við 32 londum hevur prógvað seg at verða tann besti leisturin fyri eitt HM-endaspæl. ECA fer at greina tann broytta leistin, og fer at kanna allar avleiðingarnar, sum eitt HM-endaspæl við 48 londum fer at føra við sær, sigur Karl Heinz Rummenigge.

 

ECA hevur sent FIFA eitt skrivligt mótmælið, har ECA mótmælir, at HM-endaspælið framyvir skal hýsa 48 luttakarum.