Eru nú liðug at koppseta yvir 1.000 fólk

Í gjár vórðu 381 fólk koppsett á teimum trimum sjúkrahúsunum

Nú eru tilsamans 1.039 fólk kring landið koppsett tvær ferðir fyri koronu, og sostatt eru tey liðugt koppsett. Tað svarar til eini tvey prosent av fólkatalinum. Øll skulu koppsetast tvær ferðir og nú eru 4.126 fólk koppsett fyrru ferð, tað svarar til 7,8 prosent av fólkatalinum.

Myndugleikarnir upplýsa, at í gjár vórðu tilsamans 381 fólk koppsett á teimum trimum sjúkrahúsunum. Talan var í stóran mun um heilsustarsfólk, men eisini nakrir sjúklingar í serligum vandabólkum, vórðu koppsettir í gjár.