Hagtøl yvir løntakarar býtt á kyn, aldur, vinnugreinar og sýslur eru nú tøk til og við juni 2017. Í juni vóru 26.029 løntakarar tilsamans, árstíðarjavnað. Hetta eru 695 fleiri í mun til juni í fjør.
Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari í dag.
Trendurin í talinum av løntakarum hevur verið óbroyttur síðan byrjanina av 2014.
Vit eru á sama støði sum í 2008, sum higartil hevur verið okkara besta ár. Størsta talið av løntakarum var 26.031. Tað varð skrásett í apríl 2008. Tølini ganga aftur til 1985.