Eru ósamd um ætlanina hjá løgmanni

Endamálið er at fáa meiri pengar í landskassan og fleiri tinglimir í samgonguni taka undir við tí - men fleiri aðrir eru ímóti

Í ólavsøkurøðu síni róði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, framundir, at alivinnan skuldi rinda hægri avgjald til landskassan. Løgmaður vísti á, at hesa seinastu tíðina hevur laksaprísurin verið óvanliga høgur. Men samstundis ásannaði hann somuleiðis, at framleiðslukostnaðurin er eisini hækkaður tí prísurin á rávøru er hækkaður. Tí er ætlanin er at tillaga tøkugjaldið, so tað avspeglar nýggja veruleikan, sum løgmaður málbar seg.

 

Men spurningurin verður, hvussu tað fer at gangast løgmanni við hesi ætlanini – og tað er eisini ein spurningur, hvussu nógv tøkugjaldið fer at hækka. Tí hóast tað eru fleiri tinglimir, sum taka undir við hesum, eru tað eisini fleiri, sum eru ímóti eini slíkari ætlan.

 

Nakrir av teimum, sum vóru ímóti ætlanini, vóru Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkinum.

 

Christian Andreasen, sum eisini er formaður í Fólkaflokkinum, beinleiðis ávaraði ímóti at hækka avgjaldið hjá alivinnuna í óðum verkum, sum hann segði. Hann vísir á, at í fjør setti gjaldið frá alivinnuni met og í ár verður mett, at alivinnan fer at rinda einar 600 milliónir í landskassan. Tí heldur hann, at alivinnan skal fáa frið at veksa, tí so fer hon at kasta meiri av sær til samfelagið.

 

Hann ásannar, at prísurin á laksi er hækkaður nógv, men framleiðslukostnaðurin er eisini hækkaður, og sum frálíður fer framleiðslukostnaðurin væntandi at hækka líka nógv sum laksaprísirnir.

 

Bill Justinussen sigur, at alivinnan skapar eitt ótal av størvum kring landið. Og hon byggir út, hóast landsstýrið hóttir við hægri og hann heldur, at landsstýrið skal ansa eftir at alivinnan ikki verður stygd burtur og leitar sær aðrar leiðir.

 

Hóttanin um at hækka avgjøldini fer at taka framdriftina úr alivinnuni. Lat vinnuna hava so nógv av vinninginum sum gjørligt í sínum egna lumma, tí so ger hon íløgur og tað fer at gagna samfelagnum munandi betri enn tað, landskassin tekur inn í avgjøldum, heldur Bill Justinussen. Hann leggur afturat, at alivinnan brúkar allan kapasitetin til at gera íløgur, so vit hava einki at klaga um.

 

 

 

Sanniliga hava tey ráð til tað

 

Hinvegin heldur Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, at alivinnan hevur sanniliga ráð til at rinda hægri tøkugjald. Verður tøkugjaldið hækkað, fer tað ikki at forða alivinnuni at gera íløgur, tað er bara at hyggja at, hvussu stór yvirskotini eru, og, hvussu nógv verður goldið í vinningsbýti.

 

Annars vóru tað fleiri tinglimir úr Andstøðuni, sum taka undir við at alivinnan skal rinda meiri avgjald, tí tað er ein máti at tryggja vælferðartænastur, og at lækka skattin á lág- og miðalinntøkunum.

 

Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstýrið, vísti á, at fiskivinnan rindar nógv meiri í landskassan enn alivinnan ger. Men hann ivast í um løgmaður kemur nakran veg við ætlanini at hækka tøkughjaldiå, tí tað er so stór mótstøða ímóti tí í samgonguni.

 

Sjálvur vísir Bárður á Steig Nielsen á, at prísurin á laksi hevur verið methøgur og tí dugur hann ikki at hugsa sær, at alivinnan fer at seta seg ímóti at eitt sindur størri avgjald fellur í landskassan. Hann vísir eisini á, at fiskivinnan hevur einar 250 milliónir í avlopi – og tá hevur hon rindað 250 milliónir í avgjøldum í landskassan, so har er ikki pláss fyri at taka meir, sigur hann. Hann sigur, at Alivinnan er í eini øðrvísi støðu, tí prísirnir á alilaksi eru methøgir, hóast framleiðslukostnaðurin eisini er hækkaður, so har er pláss fyri at taka meiri inn. Men hann leggur afturat, at hvussu nógv tøkugjaldið skal hækka, veldst um hvar semja fæst um í samgonguni.