Venjarin hjá Neistanum, Ingi Olsen, heldur eisini, at kappingin í ár er púra burturvið. Ingi hevur nýligani tikið við sum venjari hjá neistakvinnunum eftir danan Flemming Raben, og hann heldur, at Neistin saktans hevði kunnað spart lønarútreiðslurnar hjá sær.
- Um kappingin fylgdi kappingini hjá monnunum, so hevði onkur annar kunnað havt ábyrgdina av liðnum teir fáu dystirnar, ið vóru eftir, tá ið Flemming fór, sigur Ingi.
Bara drepur
- Tað er eingin sum helst meining í, at kvinnurnar spæla so leingi. Eg haldi heldur ikki, at Tjaldur hoyrir heima í fremstu deildini. Tað er eisini stór synd í ungu gentunum, ið manna liðið hjá Tjaldur, at tær skulu verða avsmurdur vikuskifti aftaná vikuskifti. Tað er alt annað enn mennandi fyri framtíðina hjá kvinnuhondbóltinum í Runavík, at tær eru við í Sunset-kappingini, tí tær er als ikki klárar til tað. Tað bara drepur áhugan hjá hesum ungu gentunum fyri hondbólti, sigur Ingi Olsen
Spurdur um hann tekur undir við uppskotinum hjá Geir Wardum við at strika tað, ið eftir er av kappingini, sigur Ingi Olsen.
- Eg veit ikki, um tað skal strikast. Heiðursmerkini skulu so býtast, men uppskotið hjá Geir við at Stjørnan og VB spæla sínar írestandi dystir fyri at avgerða gullið, og vit og Søljan spæla um bronsuna, so haldi eg, at tað er eitt gott hugskot, sigur Ingi.
Vestmenningurin heldur eisini, at tað kundi verið vert hjá HSF at umhugsa at kalla inn til eykaaðalfund at viðgjørt málið, tí hann ivast ikki í, at tey flestu feløgini eru samd um, at kappingin er púra burturvið.
Ingi viðgongur eisini, at tað verður ringt at halda fram við vanligu venjingini, og tí ætlar hann eisini, at tað fara at verða heilt onnur ting á skránni hjá neistakvinnunum næstu vikurnar.
- Vit fara ikki at venja so nógv sum vanligt, men fara ístaðin at bowla, koyra gocart og gera onnur sosial ting, sigur hann. Sjálvur ætlar Ingi Olsen sær eisini at tosa við venjararnar hjá hinum liðunum og gera eina roynd at fáa avgreitt tveir dystir um vikuna og harvið stytta um kappingarárið.
- Eg ætli mær at byrja við seinasta dystinum á árinum móti Kyndli og royna at fáa hann framskundaðan og so víðari, soleiðis at vit kanska verða liðug við kappingina um miðjan apríl, sigur hann.