Føroyingum møtir tú allastaðni, og tað er so satt sum tað er sagt. Sjálvt mitt inni í London má tú ansa tær, hvat tú sigur Tað kann vera ein stuttlig kensla at ganga úti á gøtuni og tosa føroyskt í teirri sannføring, at avgjørt eingin skilir, hvat tú sigur. Men tað er mangur føroyingur, sum er komin »lort í býin« just av hesum, tí hann hevur verið ov opinskáraður, og so hevur tað víst seg, at tann, viðkomandi hevur gjørt viðmerkingar um, eisini er føroyingur.
So illa gekst kortini ikki hjá okkum av Portalinum/Sosialinum, tá vit í gjár gingu og prátaðu okkara millum. Men knappliga spurdi ein rødd: »Eru tit føroyingar«?
Tað vísti seg, at hóast bert umleið einir hundrað føroyingar búgva í London úrt av einum íbúgvaratali upp á góðar sjey milliónir, so var tað ein av hesum, vit høvdu rent okkum inn í.
Maiken Háberg Hansen lesur tónleikatøkni á Thames Valley University, og hon kundi siga okkum, at vit vóru fyrstu føroyingar, hon hevði hitt, síðani hon byrjaði at lesa í London í September í fjør.
Hetta er ein tríára long útbúgving, og hon visti, at tveir føroyingar framman undan henni høvdu tikið hesa útbúgvingina á Thames Valley.
Annars segði hon okkum, at henni dámar avbera væl í London, sum hon heldur er ein »fantastiskur« býur, sum hon tekur til.
Jú, vit máttu sanna, at føroyingum møtir tú allastaðni.