tórbjørn jacobsen
???????????
Hugsaði um yrkingarsavnið Eygnamørk, hjá Tóroddi hjá Palla í Brekkum, og serliga yrkingina Fjarskifti, táið eg hoyrdi telefonverkstjóran, í sendingini Nón, nú hendan dagin. Hann tosaði um dialektisku materialismuna, natúrliga stríðið, toganina og kappingina, ið mennir alt livandi, sum er ímillum menniskjuni, og samfeløgini sum rúma teimum. Hugmyndafrøðingurin Karl Marx skipaði hetta fyribrigdið í vísund, men hansara vanlagna, sum politiskur íblásari, var tá ið hann bleiv kollsigldur av eirindaleysum einaræðisharrum, ið gjørdu alt teir megnaðu fyri at leggja lok á og steðga natúrligu og støðugu menningini í heiminum. Hesi samfeløgini endaðu sum kókandi pottar, harið lokið var bregdað niður yvir - og alt sprongdist í einum.
Eitt løgið paradoks, at hann, sum varð kosin fremsti filosoffurin í heimssøguni, um túsundáraskiftið, og sum brúkti stóran part av lívinum at hugmynda um hesa natúrligu og áhaldandi menning, skuldi verða gøllhildin, og settur fram sum verja, í legaliseringini av hesum statisku samfeløgum, harið proletariatið varð spent fyri vagnarnar, í eini roynd at uppfylla persónligar politiskar ambitiónir hjá nøkrum fáum. Avleiðingarnar eru besta prógvið um, at tað ber ikki til at binda menniskjuna niður. Niðursmeltingin byrjar í somu stund, sum tjóðurhælin er settur í jørðina, og menniskjan søkir altíð aftur til frælsið, ið hon varð borin til, í Guðs skapanarverki.
Í fyrra partinum av yrkingini sigur Tóroddur: Telefonin við sínum ófrættakendu handilstónum liggur sløkt í lummanum / vit liggja her sum partur av einum rapaðum garði / sjónarringurin er bara nakað vit síggja / sandspannin er aftur nakin innan - stendur kúrr og týðir grasið.
Og garðarnir eru rapaðir. Heimurin líkist meira og meira éinum samfelag harið tjóðirnar, tær ymsu mentaninar og ymsu trúðarrætningarnir eru frábrigdini, sum gera verðina áhugaverda. Og politiski og vinnuligi meldurin økist, og setur stór krøv til samfeløgini, ið manna heimin. Eisini okkum úti undir væðingini - her í Norðurhøvum.
Troubadoururin Kári Petersen mundi raka plett, táið hann segði, at lívið er eitt puslispæl, sum aldri liggur sum tað skal. Ein tíðarleys staðfesting. Eitt litterert blomstur harið allir træðrir og kynið í lívinum er kókað niður í ein setning. Ein fráboðan um, at menniskja ongantíð gerst annað enn ein línudansari í heimsins meldri. Ein balansugongd sum er, og verður stríggin. Sjónarringurin er bara nakað vit síggja, vit vita ikki hvatið er hinumegin, og fáa tí bara ítað av sum frægast og skipað okkum samsvarandi tí. Ongin sjuntur er á lívinum, sum menniskja kann flyta eftir vild og huga, og stríðið og menningin frá araldstíð heldur fram. Og soleiðis skal tað vera.
Føroyingar fara at stríðast um tað sama í komandi ári, sum vit stríddust um í árinum, sum nú fór, og sum vit stríddust um í farnum árum. Um mentanarspurningar. Harið ósemjurnar halda fram við at halda lív í okkara egna identiteti. Málið er beinagrindin í samleikanum, og kjakið um hvussu tað skal brúkast, mennast, skrivast og talast heldur fram, og tað at eitt sameint løgting samtykti at skipa ein føroyskan málpolitikk, er talandi dømi um, at teir fólkavaldu vita hvønn týðning málið hevur sum aðaluppdrift hjá tjóðini, nú ágangurin uttaneftir er vaksandi í globala meldrinum. Vit fara at kjakast um objektivitet og orku hjá fjølmiðlunum, um ginusøgur eru vandamiklar fyri fólkasálina, um skaldskapurin er nóg dyggur, um fólkaskúlin er eitt nóg gott menningarreiður hjá føroyskum ungdómum, um kirkjan skal á føroyskar hendur og um tú ert nærri Várharra í Kelduni í Skálafirði, í Nebo á Toftum, hjá Lívsins Orði í Heiðunum ella í Glyvra Kirkju.
Á ítróttarøkinum halda vit fram við at stríðast. Stríðast um at vinna. Á fótbóltsvøllum, í ítróttarhøllum, í svimjingarhyljum og á føroyskum firðum. Støðið hækkar og metini verða sprongd í heilum, og er hetta besta prógvið um, at neyðugt er at vera áhaldandi í eini kappingarstøðu.
Í vinnupolitikkinum stendur stríðið millum fakfeløgini og vinnufeløgini, ímillum ráfiskaseljarar og ráfiskakeyparar, ímillum politisku skipanina og vinnuna um hvørjir teir optimalu karmarnir eru, sum geva tað mestu menningina til eina og hvørja tíð. Her stendur størsta avbjóðingin í komandi tíð, skula vit yvirhøvur varveita eitt vælferðarsamfelag á norðurlendskum støði.
Í sosialpolitikkinum stendur stríðið um hvussu umfordeilingin nú einaferð er mest rættvís og solidarisk. Og nú inntøkurnar minka, fer spurningurin helst at vera reistur, um hesin parturin av landsins fæi fer harið stórsti tørvurin er í samfelagnum. Ella um íliðnu donsku skipaninar áttu at verið endurnýggjaðar, soleiðis at býtið varð meira skilagott og rættvíst, enn tað er í dag.
Í politiska lívið landsins fer alt at halda fram í sínum gamla lagi. Samgongan ger tað sama, sum allar aðrar samgongur, rekur pragmatiskan neyðsemjupolitikk, og kamelar fara at vera svølgdir sum ongantíð fyrr. Javnaðarflokkurin svølgir skattalættan hjá teimum ríku, Sambandsflokkurin svølgir yvirtøkulógina hjá fullveldislandsstýrinum og Fólkaflokkurin fer í valskeiðnum at konsolidera sín sambandsvong, sum hevur liva í ótta og trega hesi árini síðani 98. Ímeðan situr Tjóðveldisflokkurin í andstøðu og pussar sína nationalu gloriu og síni vinstrahallu sjónarmið og Miðflokkurin gerst meira og meira talebanskur. Og onkustaðni á miðjuni harímillum skula tit leita, um tit hava eitt inntreingjandi ynski um at hitta Kára P. Højgaard.
Nú flestu flokkar ideologiskt eru riknir inn ímóti miðjuni, kemur stóra stríðsmálið í føroyskum politikki áhaldandi at vera spurningurin um samband ella loysing. Um tað er ein fyrimunur at vera partur av størri ríki, liggjandi í lé av danska ríkiskassanum ella um tjóðin skal standa uppi av sær sjálvari, eisini politiskt og búskaparliga. Sjónarmiðini eru líka røtt hjá báðum pørtum. Tá tey eru avleiðingin av persónligari sannføring. Og seiggið í argumentunum verður avgerandi fyri úrslitið, táið hetta stríðið einaferð er av, og vit vita um danski nationalstaturin ella føroyski nationalstaturin er hentasta stýringsamboðið hjá teimum, ið her skula búleikast. Avgerandi er, at botnurin er demokratiskur, sum avgerðin verður tikin á, sum Churchill segði: Fólkaræði er tað frægasta av øllum tí illa vit kenna, og tað haldi eg meg kunna taka undir við, eftir mikið stríð og strev hesar seinastu mánaðirnar. Líkamikið hvussu skotríðurnar raka, og hvør ið so hissini skýtur, táið skotið verður eftir fólkaræðinum og serliga teimum fólkavaldu, so standa teir sum drangar í brimi, ið hvussu er fram til næsta dóm fólksins.
Viderø prestur tosar í Eysturoyar Saga við ein eldri mann á Glyvrum. Tiltikin sterkur, eitt jarn til arbeiðis og tikin úr leikum í øllum lívsins viðurskiftum. Samrøðan sigur ikki so lítið um broytingina í samfelagnum hesa seinastu øldina. Komið er fram til fermingardag hansara. Leygardagin fyri hevði Evensen próvstur yvirhoyringarroynd. Glyvramaðurin visti onki, sum hann sjálvur segði: Bókstavurin myrkti fyri mær, bókstaviliga sum at seta undir klett. Men Evensen var lagaligur, og segði við hann, at hann hevði frágera góðan heys, og spurdi um hann visti at siga honum nakað um harðasta streym, og táið hann svaraði Ólavsvøkumysingin, froysti Evensen útúr, og bað hann ikki óttast nakað, heldur hugsa um lærusveinarnar hjá Jesusi, ið ikki skuldu hugsa um hvatið teir skuldu siga, táið teir stigu fram fyri fólkið, tí at alt fór at vera teimum givið. Hesin bygdamaður mín var síðani útróðrarmaður, men táið hann seinri í lívinum skuldi fara undir at skriva eitt fríggjarabræv, til eina sum sýntist honum fagrari enn allar aðrar, tá hendi tað, sum hann sjálvur sigur, at bókstavurin stóð ímillum hansara og hennara. Hann tosaði við Fríðrik próvst um hetta, og bað hann hjálpa sær at koma til háskúlan í Føgrulíð. Men próvsturin dróg á, bað hann ikki vera býttan at fáast við slíkt fjant, tí í Føgrulíð miðaði alt eftir sjálvstýri og tað fór ikki at leiða hann til hins betra. Hann bað hann halda seg til bátin, útróðurin og jørðina. Bókstavurin drepur, men andin lívgar, endurgav Fríðrikur úr skriftini. Men tað beit onki á glyvramanninum, sum endaði í Føgrulíð og sum sambært Viderø gevur Símuni á Skarði hitt besta skoðsmálið. Ein søga um dráttin ímillum íhald og framsøkn. Um støðuga stríðið ímillum hitt etableraða samfelagið og ein sprelskan ungdóm. Um hvussu uppdriftin og frælsi í individinum sigrar, og nær úrslitum, táið høg mál verða sett í lívsins leiki.
Árini eru so mong. Kirkjuárið byrjar fyrsta sunnudagin í advent. Gamla rómverska árið byrjaði 1. mars og sambært okkara gregorianska kalendara byrjar árið nú á miðnátt. Harvið rennur tað úr myrkrinum í myrkrið. Men í hesum spenni eru árstíðirnar, harið ljósið rennur á og rennur undan. Júst soleiðis sum lívið háttar sær hjá menniskjum. Onkur heldur kanska, at vit eru komin í stiklið á horni, nú búskaparligu sveiggini ikki tykjast at vera við okkum, og tíðin framman fyri ikki fer at vera eins lagalig sum undanfarin ár, men ongin orsøk er til stúran, tilstandurin er púra normalur, ein søguligur veruleiki, sum vit lesa um longu í fyrstu Mósebók, táið Jósef fer undir at reka ekspansivan búskaparpolitikk, eftir at dreymarnir vóru týddir. Helst hevði hann breiðari herðar tey sjey góðu árini, enn vit høvdu, í hvussu er megnaði hann at laga somikið upp í løgurnar tey árini, at menn góvust at máta rúgvuna. Og hetta mundi koma væl við tey sjey raku árini, ið síðani komu. Tað er nú meira enn sigast kann um aktuella tilstandin í Føroyum, nú undirskotini komu bóltandi, fyrst ið tað lotaði úr hanakjafti.
Dialektikkurin. Stríð og togan ímillum ymisk áhugamál fara eisini at merkja árið sum kemur, ongin ivingur um tað. Soleiðis er lívið nú einaferð. Og soleiðis fer tað altíð at vera, soleingi mannaættin anir. Avgerandi er bara, at vit finna loysnir, sum eru til mestan frama fyri fólkið og samfelagið uppá sikt. Og í hesum viðfangi eiga vit at senda okkara samhuga til tey so meint raktu í ræðuligu vanlukkunum í Fjareystri í hesum døgum. Í altjóða samskiftissamfelagnum eru vit vorðin ein partur av hesum, og eiga at taka djúpt niður í okkara vælferðarfikkur, og vísa sannan solidaritet við teimum, ið natúran var so meinsøkin og beisk við. Eiga í heila taki at skipa ein menningarpoltikk, sum verður viðvirkandi til, at gera gjónna ímillum framkomna og triðja og fjóra heimin væl grynri, - enn hon nú er.
Fari at ynskja tykkum øllum eitt gott og happadrúgt komandi ár. Líkamikið hvussu vit menniskju keglast, stríðast og illneitast so liggur allur heimurin í sterkari hondum enn teimum hjá einstaka individinum. Umrødda yrkingasavnið hjá Tóroddi hjá Palla í Brekkum er nú latið inn sum kandidatur til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina og í seinra parti av fyrr endurgivnu yrkingini sigur hann tað sum vit flestu munna hugsa:
ein firvaldur situr á mínum
knæi
í hvussu er annar okkara
leingist eftir gudi
tað er gott at vita
hvørjum ein skal takka fyri
at skapanarverkið angar
sum tað ger
Enn einaferð - gott nýggjár!