Við tað at arbeiðsloysi í Føroyum, sambært Hagstovuni er 3,4%, hevur Vinnumálaráðið biðið ríkismyndugleikarnar um at seta skipanina um arbeiðsmegi úr ES í gildi aftur.
Sambært lógini um arbeiðsmegi úr ES londum verður ein serlig skipan sett í gildi, um so er, at arbeiðsloysið Í Føroyum er undir 3,5% sambært uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
Skipanin ger, at útlendingar úr ES londum, sum hava eitt arbeiðstilboð frá einum arbeiðsgevara í Føroyum upp á í minsta lagi 30 tímar um vikuna, sambært vanligari sáttmálaløn á føroyska arbeiðsmarknaðinum fyri slíkt arbeiði, kunnu fáa uppihaldsloyvi í Føroyum, um so er, at arbeiðsloysið er undir 3,5%.
Skipanin er tann sama, sum var galdandi í tíðarskeiðinum 1. juni 2008 til tann 27. november 2009. Sambært Hagstovuni er almenna árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 3,4%.
Vinnumálaráðið hevur tí biðið ríkismyndugleikarnar um at seta skipanina í gildi aftur.