ES-forsetin heldur fram

Ríkis- og stjórnarleiðararnir í teimum 27 ES-londunum hava í kvøld gjørt av, at Herman van Rumpuy skal halda fram sum ES-forseti eitt valskeið afturat. Verandi valskeið rennur út tann 31. mai, og øll tey 27 limalondini tóku undir við at lata fyrrverandi belgiska forsætisráðharran halda fram í embætinum 30 mánaðir afturat.

Tann 64 ára gamli belgiumaðurin takkaði ríkis- og stjórnarleiðarunum fyri álitið. Hann segði, at tað er ein framíhjárættur at arbeiða fyri Evropa í einum so avgerandi tíðarskeiði.

Herman van Rumpuy hevur verið ES-forseti síðani desember í 2009, tá hann bleiv valdur til tann fyrsta forsetan í samveldinum.