Eftir skrivligan fyrispurning frá andstøðuleiðaranum Høgna Hoydal er Jóannes Eidesgaard løgmaður farin til Danmarkar til kjak á Christiansborg um eina komandi ES grundlóg, sum danir eftir øllum at døma verða partur av. Talan er ikki um politiskar samráðingar men fyrilestrar og hoyringar um eina komandi ES grundlóg. Jóannes Eidesgaard er bjóðaður við til kjakið við serligum atliti til evnið, "hvordan påvirkes en eventuel EU grundlov rigsfællesskabet", og við hesum heiti skulu ovastu myndugleikar føroyinga og grønlendinga halda fyrilestrar um ríkisrættarligu avleiðingarnar av ES grundlógini.
Føroyingar avgera sjálvir
Jóannes Eidesgaard undirstrikar, at vit enn eru í fyrsta fasu, har hol verður sett á orðaskiftið um møguligar avleiðingar av eini møguligari ES grundlóg, sum Danmark sambært honum helst tekur undir við.
- Tað er alt ov tíðliga at siga nakað um ítøkiligar avleiðingar, men nú fari eg til Danmarkar at fáa eina heildarfatan av, hvørjir møguleikar og avleiðingar talan kann gerast um, tá ein ES grundlóg einaferð verður veruleiki, sigur løgmaður. Samstundis heitir hann á føroyskar politikarar at brynja seg til kjakið um ES, sum skal takast upp í næstum.
Danska tjóðin er eftirhondini rættiliga innarlaga í ES samstarvinum, og sambært løgmanni er sannlíkt, at danir taka undir við nógv umrøddu og ikki minst umstríddu ES grundlógini. Um danir velja at flyta nøkur av sínum málsøkjum til ES háborgina í Bruxelles at umsita, samstundis sum danska stjórnin eisini umsitir fleiri týdningarmikil føroysk málsøkið, kann hetta fáa ógvusligar avleiðingar fyri Føroyar.
Mong bera ótta fyri, at føroysk málsøki ? uttan at føroyingar verða spurdir ? automatiskt skulu umsitast av ES í Bruxelles, og tjóðveldisformaðurin hevur m.a. sagt, at vit á henda hátt kunnu verða drigin inn gjøgnum ES bakdyrnar. Men løgmaður er ikki samdur við hesum.
- Eg vil fegin undirstrika, at vit føroyingar sjálvir skulu avgerða, hvussu verður við teimum málum, sum viðkoma okkum, um danir útdelegera part av sínum málsøkjum til Bruxelles, og tað merkir á ongan hátt, at vit eisini verða partur av hesum, slær løgmaður fast. Spurdur, á hvønn hátt vit kunnu fyribyrgja at verða drigin við uttan nakran avgerðarræt, hevur løgmaður bæði beinini á jørðini.
- Støðan er als ikki, at vit antin yvirtaka øll málsøki, ella at føroysk mál skulu umsitast í ES. Møguleikarnir eru fleiri, og tað er hetta, føroyski myndugleikin nú skal í holt at viðgera og ogna sær innlit í, sigur løgmaður, sum ikki vil koma nærri inn á, hvørjir aðrir møguleikar eru.
Sambært Jóannesi Eidesgaard er talan framvegis um sera ógreið viðurskifti, eisini tí danska stjórnin framvegis ikki hevur almannakunngjørt sínar ætlanir, og tískil er ov tíðliga at staðfesta nakað.
- Tað er týdningarmikið, at vit ikki leypa millumfasurnar um og beinanvegin gera niðurstøður um, hvussu framtíðin fer at síggja út fyri okkum, undirstrikar løgmaður.
Samráðingar á veg
Jóannes Eidesgaard vísir á, at eftir orðaskifti í Føroyum verða samráðingar helst tiknar upp við donsku stjórnina um okkara leiklut í eini nýggjari ES grundlóg, og hann óttast ikki eina løtu, at føroyingar ikki sjálvir skulu koma til orðanna.
- Tað er klárt, at hetta er eitt ógvuliga týdningarmikið mál fyri føroysku tjóðina, og tískil skulu vit á allan hátt avgerða okkara støðu í kjalarvørrinum av europeisku integratiónsgongdini, serliga nú nýggj grundlóg er í umbúna, sigur løgmaður. Hann undirstrikar, at vit framvegis eru á fyrsta stigi, har allir møguleikar skulu leggjast á borðið, og við hesum útgangsstøði skulu vit taka støðu til, bæði innanhýsis og saman við donsku stjórnini, hvør leiklutur okkara verður, og hvat verður av donsku málsøkjunum, sum viðkoma okkum.
Mynd:
- ES grundlógin, sum nú er í umbúna, er eitt ógvuliga týdningarmikið mál fyri føroysku tjóðina, og tískil skulu vit á allan hátt avgerða okkara støðu í kjalarvørrinum av europeisku integratiónsgongdini, sigur løgmaður, sum hósmorgunin fór til kjak á Christiansborg um ES