Heilsukommiserurin hjá ES vil hava bann ímóti royking á arbeiðsplássum og almennum støðum í øllum teimum 27 limalondunum ES-kommiserurin í heilsumálum, Androulla Vassiliou úr Grikkalandi, vil hava ES-londini at herða reglurnar um royking á almennum støðum og á arbeiðsplássum.
Ætlanin hjá henni er, at broytingin skal galda í øllum teimum 27 limalondunum, og at tær skulu koma í gildi í 2012.
Fleiri av ES-londunum hava longu avmarkað møguleikarnar hjá sínum roykjarum, og heilsukommiserurin heldur, at somu strongu reglur skulu galda í øllum samveldinum.
Androulla Vassiliou sigur, at í 2002 doyðu 19.000 ES-borgarar av lungnakrabba, sjálvt um teir ikki royktu. Trupulleikin var, at teirra arbeiðsfelagar royktu á arbeiðsplássinum, og at teirra húsfólk royktu heima við hús, sigur hon.