Í dag eru fíggjarmálaráðharrarnir í ES-londunum vorðnir samdir um ein hjálparpakka upp á fleiri billiónir.
Formaðurin í Evropabólkinum hjá ES, portugisiski fíggjarmálaráðharrin, Mário Centeno, roknar við at partar av pakkanum eru klárir um tvær vikur.
– ES londini vóru ov sein undir fíggjarkreppuni í 2007-2008, og tann feilin vilja tey ikki gera umaftur, segði Mário Centeno í kvøld.
Hetta er í hálparpakkanum:
- Ein veðhaldsgrunnur í Evropiska Íløgubankanum, sum skal stuðla fígging til serliga smá- og miðalstór virki fyri umleið 1.500 milliardir krónur.
- Eitt nýtt ES-tól at stuðla lønarendurgjaldsskipanum í limalondunum og ávirs heilsulig tiltøk upp á umleið 750 milliardir krónur.
- Ein nýggjur endurbyggingargrunnur, sum skal stuðla endurbygging av evropiskum búskapum við stuðli frá ES-fíggjaræltanarskipanum.
- Atgongd til lán frá felags kreppugrunninum hjá ES, Evropisku Støðufestisskipanini, fyri tilsamans tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni hjá ES londunum (umleið 1800 milliardir kronur) undir ávísum treytum.
- Møguleiki fyri at brúka aðrar pengar í ES-fíggjarætlanini til Covid-19 tiltøk. Tað svarar til umleið 275 milliardir krónur.Tað verða settar umleið 20 milliardir krónur av á ES fíggjarætlanini 2020 til millum annað flutning og keyp av medisinskari útgerð, feltsjúkrahúsum og eyka heilsustarvsfólki í sambandi við koronakreppuna.
Keldur: Finansministeriet.
/ritzau/