ES krevur at ísraelska álopið verður kannað

- Ræðuligu tíðindi úr Gazageiranum í dag krevja eina óhefta kanning, sigur Josep Borrell.

Uttanríkisleiðarin í ES, Josep Borrell, sigur í dag, at ísraelska álopið á skúlan í einari flóttafólkalegu í Gazageiranum í morgun eigur at verða kannað.

 

Sagt verður, at skúlin hýsti nógvum palestinarum, sum eru riknur burtur úr ymiskum økjum í Gazageiranum síðan ísraelsku innrásina.

 

ST sigur, at millum 35 og 40 fólk lótu lív í ísraelska álopinum á skúlan í flóttafólkaleguni, Nuseirat, og sagt verður, at fleiri av teimum deyðu eru kvinnur og børn.

 

- Frágreiðingar úr Gazageiranum vísa aftur og aftur, at valdsnýtsla og líðingar eru einasti veruleikar hjá fleiri hundraðtúsund sivilum.

 

Josep Borrell skrivar á X, fyrrverandi Twitter í dag, at ræðuligu tíðindini úr Gazageiranum krevja eina óhefta kanning, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.

 

Lesið eisini her - https://www.in.fo/news-detail/32-folk-dripin-i-israelskum-alopi-i-gazageiranum