ES londini steingja loftrúmið fyri hvítarussiskum flogførum

Stjórnarleiðarar fordøma hendingina, tá Hvítarussland noyddi eitt flogfar at lenda í Minsk, og tiltøk verða sett í verk ímóti Hvítarusslandi.

Ríkis- og stjórnarleiðarar í ES eru samdir um at banna hvítarussiskum flogførum at flúgva í loftrúminum hjá RS. - Foto: Yves Herman/Reuters

Ríkis- og stjórnarleiðarar í ES londunum eru samdir um at bannað hvítarussiskum flogførum at flúgva inn í loftrúmið hjá ES londum og at lenda á flogvøllum í øllum ES.

 

Tað er greitt eftir ES toppfund í dag í Brússel.

 

Ríkis- og stjórnarleiðararnir fordøma, skriva tey, at eitt ferðafólkaflogfar hjá Ryanair í gjár varð tvungið at lenda í Minsk. Har var ein maður, sum er kendur fyri at finnast at stjórnini í Hvítarusslandi og unnusta hansara, handtikin.

 

Handøkan verður eisini fordømd. Og bæði anstøðuaktivisturin Roman Protasevitj og unnusta hansara, Sofia Sapega, skulu latast leys umgangandi, er kravið frá ES.

 

ES londini skriva víðari, at tey eru samd um at seta ferð á viðtøkuna av harðari tiltøkum ímóti teimum, ið hava ábyrgdina av hesum og felagsskapum í Hvítarusslandi.

 

Formliga tekur toppfundurin ikki slík stig. Men tað verður gjørt á einum ráðharrafundi aftaná.

 

ES londini biða Altjóða Felagsskapin fyri Sivilari Flogferðslu um at kanna hendingina í gjár gjølla.

 

Hetta verður á flogfeløg í ES um ikki at flúgva inn í hvítarussiskt loftrúm.

 

##med3##

 

ES hevur eftir harða ófriðin í kjalarvørrinum á forsetavalinum í sumri 2020 havt tiltøk ímóti stýrinum í Minsk.

 

Eisini forsetin, Aleksandr Lukasjenko, stendur á listanum yvir persónar, sum ikki sleppa at ferðast til ES., og hvørs ognir í ES verða fastfrystar.

 

Lukasjenko vann sambært almenn aúrsltinum valið. Men andstøðan og nógvir eygleiðarar góðtaka ikki valið. Andstøðuleiðarin Svetlana Tikhanovskaja, sum býr í útlegd í Litava, fekk flestar atkvøður, siga tey.

 

##med2##

 

ES-listin yvir tey í Hvítarusslandi, sum tiltøk eru sett í verk ímóti, er áður víðkaður. Hann telur 88 fólk og fleiri feløg og felagsskapir.

 

Ríkis- og stjórnarleiðararnir vísa sín samhuga við Litava, sum hevur útvíst hvítarussiska sendiharran. Tað verður gjørt, eftir at Hvítarusslandi hevði biðið almenna umboðið hjá landinum um at fara heim.

 

ES-toppfundurin heldur fram í morgin.

 

/ritzau/

 

##med4##

 

##med5##

 

 

 

 

 

Ríkis- og stjórnarleiðarar í ES eru samdir um at banna hvítarussiskum flogførum at flúgva í loftrúminum hjá RS. - Foto: Yves Herman/Reuters