ES-marknaðurin og BIP støð í Tórshavn

Aftursvar til Hergeir Nielsen løgtingsmann

Takk fyri viðmerkingar tínar til skriv mítt viðv. BIP-punkti í Tórshavn. Grein tín er væl skild, Hergeir, ? men eg haldi tó ikki, at eg fekk svar uppá trupulleikan, sum kemur at stinga seg upp, tá hetta BIP punkt verður veruleiki!!! Tú sigur at tað enn ikki er avgjørt, hvar BIP punktið skal liggja??? Hetta er skeivt, tí tað stendur úttrykkiliga í uppskotinum, sum bleiv samtykt á síðu 5, 4. reglubrot: »Viðmerkt er í tilmælinum, at ætlanin er at ein MES (BIP støð) skal vera í Tórshavn, sum er høvuðsinnflutningshavn í Føroyum«. T.v.s. ? støðin skal vera í Tórshavn!!!

Nú spyrji eg: hvat við vøru, sum er framleidd í triðjalondum, so sum bananir, oksakjøt, seyðakjøt osfr., sum skal til t.d. Tvøroyrar, Klaksvíkar, Vágarnar etc. ? hetta skal væl alt yvir BIP punkt í Havn. Vøran kann also ikki leggjast upp í útjaðaranum uttan eisini BIP punkt eru har ella hvussu???

Tá vit ella aðrar frystigoymslur fáa t.d. transitvørur (vanliga væl pakkaðar vørur frá skipum, ið summi er ES góðkend og onnur ikki hava ES-góðkenning):

?verður skipið, sum ikki er ES-góðkent, so avvíst og má ikki umleggja veiðuna í Føroyum, ? eisini sjálvt um vøran ikki kemur í nánd av ES-marknaðinum

(svar ynskist)

?Triðja lands vøra sum t.d. sild ella makrelur frá góðkendum skipi skal landast í transit á goymslu uttan fyri Havnina, ? hendan vøra skal øll via BIP punktið í Havn, t.v.s. t.d. 7-800 tons, lossast og síðani koyrast á ætlaðu goymsluna ella hvussu??

Hetta ger seg eisini galdandi um vøran ikki kemur í nánd av ES???

(svar ynskist)

?Hvat við øllum russiskum og baltiskum skipum, sum umskipa veiðu sína innan fyri havnamerkið á føroyskum firðum, skulu hesi skip avvísast framyvir, tá tey ikki eru góðkend, ella hvussu???

(svar ynskist)


Enn hevur ongin av teimum, eg havi spurt og sum skuldu vita alt um hesa avtalu, kunnað svara mær uppá hesar spurningar, ? men vónandi fæst svar í nærmastu framtíð??!!

Lat meg síðan fáa nøkur ting uppá tað reina viðv. ES-heilsukrøvunum: Mær vitandi hava vit eina sera vælvirkandi Heilsufrøðiliga Starvsstovu eins og ein sera kompetentan fiskaframleiðsluídna, sum ivaleyst allir lúka ES-krøv og standardir innan framleiðslu og eru vit ivaleyst betur fyri her enn flestu ES-lond eru sjálv! Hesi vinnuni beri eg ongan banga fyri, Hergeir, ? hon skal nokk klára seg í altjóða høpi.

At vit skulu verða nærmast avhøvdaðir orsaka av bíðitíð við ES-checkpoints og missa avtalur etc. orsakað av hesum, trúgvi eg ikki er fakta, ? men um vit frá føroyskari síðu t.d. ikki hava havt nóg fullfíggjað útflutningsskjøl, váttanir etc. etc., so kann hetta møguliga geva onkrar trupulleikar við checkpoints hjá ES, og má hesin trupulleiki kunna loysast á »heimabana«.

Skilji á Hergeir, at arbeitt hevur verið við hesi ætlan síðani 1996 tí vinnan hevur rópt eftir hesi avtalu, tí annars skuldi allur føroyski útflutningurin komið í vanda?? Eri ikki sjálvur tann rætti at svara uppá hetta, men kanska onkur frá vinnuni sjálvari vildi gjørt okkum tann beina at lýst hendan trupulleika betur, ? so vit betur kunnu skilja, hví vit endiliga skulu hava hesi ES-direktiv í gildi her.

Eg vil enn einaferð fasthalda at triðjalandsvøra, sum ikki kemur í nánd av ES-marknaðinum ikki eigur at fara ígjøgnum hetta BIP-punkt sum verður gjørt í Havn.

Eisini vil eg halda, at vinnan má hava møguleika at góðtaka ella avvísa vøru frá triðjalands skipum til virkingar á føroyskum virkjum, sjálvt um vøran er frá ikki ES-góðkendum skipum, ? tí hetta verður praktiserað í sjálvum ES, so hví ikki eisini her??!!

Vit, sum hava í túsundavís av tonsum av bulk vøru í transit gjøgnum goymslur okkara, vilja eisini hava tryggjað at henda vøra, sum verður landað/umskipað í mongdum heilt frá nøkrum fáum 100 tonsum til kanska 2-3000 tons hvørja ferð, ? verður kannað á respektivu støðum, har hon verður umskipað/ landað, ? tað er ikki meira enn rímuligt og annað verður ikki møguligt!!!

Við vón um at tit politikarar taka hetta mál álvarsligt og endaliga greiða tað frá tykkum til frama fyri alla vinnuna.


Tórshavn 16.06.2000

Johan Dahles Eidesgaard:


»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«


»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað

persónliga frælsið fer fyri bakka«


»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«


»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«


»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá

Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein

samtykt«



ENDURGEVINGAR:


Høgni Hoydal:


»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«


»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«


»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir

fíggjarlógarviðgerðini seinast«


»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«


»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«


»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av

Christiansborg«