Limalondini í ES verða í morgin kunnaði um, hvussu ES-nevndin ætlar, at Evropa skal búgvast betur út hernaðarliga.
Tað sigur ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen.
Ætlanin hjá ES hevur fingið navnið, "Rearm Europe" - ella endurdubbing av Evropa.
- Okkum tørvar eina stóra endurdubbing. Eingin ivi er um tað. Vit ynskja varandi frið, og friðin fáa vit bert við styrki.
Ursula von der Leyen sigur sambært tíðindastovuni NTB í dag, at Evropa noyðist at byrja við sær sjálvum.