ES-tiltøk ávirka nú metingina hjá Moody's av Føroyum

Moody's Investors Service boðar nú frá, at samtykta boykottið hjá ES móti føroyskum fiskaútflutningi ávirkar ratingina hjá Føroyum. Føroyar hava ratingina Aa3, ið er fjórðbesta ratingin í einum stiga av 21 møguligum. Hesa rating fer Moody's nú at umhugsa av nýggjum, sigur stovnurin í fráboðan.

 

Ratingin frá Moody's hevur týdning, tá rentan á lánum landskassan skal ásetast.

 

Moody's sigur í fráboðanini, at tað er avgerðin hjá ES frá 31. juli 2013 um at seta tiltøk í verk ímóti føroyskum útflutningi, sum er orsøkin til, at stovnurin nú umhugsar at lækka ratingina.

 

Moody's vísir á, at føroyski búskapurin er nær tengdur at fiskaútflutningi, serliga til ES:

 

– Føroyski búskapurin verður ávirkaður, verða tey umfatandi tiltøkini hjá ES sett í verk. Ein stórur partur av landsins búskaparligu framleiðslu er beinleiðis tengdur at fiskiídnaðinum. Harafturat eru fiskavørur 91 prosent av samlaða útflutninginum hjá Føroyum, og 67 prosent av føroyska útflutninginum fer til ES, sigur Moody's.

 

Moody's skrivar eisini, at sild og makrelur, sum verða beinleiðis ávirkað av boykottinum, vóru um 10 prosent av samlaða útflutninginum hjá Føroyum í 2012. Eisini verður víst á, at hall hevur verið á løgtingsfíggjarlógini síðani 2008.

 

– Føroyar hava gjørt framstig við eini ætlan um at fáa undirskotið á fíggjarlógini burtur í 2016, sigur Moody's.

 

Men Moody's heldur, at hendan ætlan fær eitt skot fyri bógvin av tiltøkunum hjá ES, og at eitt størri undirskot á løgtingsfíggjarlógini fer at kroysta Føroyar út í størri lántøku, sum aftur fer at leggja trýst á Aa3 ratingina.

 

Víðari sigur Moody's, at størri føroysk skuld fer at noyða Føroyar at umfíggja skuldina, tí lánveitararnir vanliga eru smáir og miðalstórir danskir lánveitarar.