Framstigini í mun til at sleppa undan vanlukkum á vegunum eru steðgað seinastu árini. Tí er neyðugt við tiltøkum í øllum ES londunum fyri at minka talið av teimum, sum doyggja í ferðsluni.
Tað heldur ein stórur meiriluti í ES tinginum, sum í dag heitt á ES nevndina um at fara til verka.
Ítøkiliga skjýtur tingið upp, at ferðin verður minkað í býum til 30 kilometrar um tíman. Í dag er ferðin 50 kilometrar um tíman í býum.
Sambært tølum hjá ES tinginum er ferðin høvuðsorsøkin í 30 prosentum av førunum, at fólk doyggja í ferðsluni.
Ferðmarkið skal eisini vera 30 kilometrar um tíman í bygdum øki og í økjum við nógvum á súkklu og fólki til gongu, um tað verður sum ES tingið vil.
Tað doyggja áleið 22.700 fólk á hvørjum ári á evropisku vegunum sambært tølum hjá tinginum. ES hevur sett sær sum mál, at null fólk skulu doyggja í ferðsluni í ES í 2050.
So her manglar nakað í. Tí er tað ikki bert ferðin, ES tingið hevur sett sjóneykuna á. Eisini rúsdrekkakoyingina skal tað gerast nakað við. Limirnir í ES tinginum halda, at tað eisini skal vera null-toleransa við rúsdrekkakoyring.
Teir vísa á, at rúsdrekka er uppi í 25 prosent av øllum vanlukku, har fólk doyggja í ferðsluni.
Elena Kountoura úr vinstrabólkinum í ES tinginum er framsøgufólk í málinum. Hon heldur, at evropear alt ov leingi hava livað við, at ov nógv fólk doyggja í ferðsluni.
– Vit vita longu, hvat stóra orsøkin er. Og tað er tí, at vit heita á nevndina og stjórnirnar í limalondunum at seta í verk neyðugu tiltøkini, sigur hon í eini fráboðan.
Onnur tiltøk fyri at sleppa undan at fólk doyggja í ferðsluni er at gera bilarnar tryggari. Harumframt skulu fleiri íløgur gera í undirstøðukervið í teimum økjum, sum hava størstu vanlukkutølini.
Sambært seinstu tølum frá 2020 er tryggastu vegir í ES í Svøríki, har 18 fólk doyðu í ferðsluni fyri hvørja millión íbúgvar.
Tað er ES nevndin, sum í ES hevur rættin at seta fram lógaruppskot. Uppskotið hjá ES tinginum er tí ein áheitan til, at ES nevndin tekur evnið upp.
/ritzau/