ES-tingið gevur grønt ljós til koronupass

Myndugleikarnir í ES-londunum fara at skriva koronu-passið út ókeypis, og passið verður tilgongiligt, bæði talgilt og á pappíri.

 

 

ES-tingið gevur nú grønt ljós til talgilt koronupass í ES. Tað hava limirnir í tinginum gjørt av. Passið verður galdandi frá 1. juli í ár og fer fyribils at vara í eitt ár.

 

Sambært tíðindaskrivi, sum ES stendur aftan fyri, fara myndugleikarnir í ES-londunum at skriva passið út ókeypis, og passið verður tilgongiligt, bæði talgilt og á pappíri.

 

Skjalið fer at vísa, at persónurin er vorðin koppsettur móti koronu - nýliga er kannaður og staðfestur negativur ella hevur havt koronu og er staðfestur frískur aftur.

 

Limirnir í ES-tinginum eru samdir um, at ES-londini kunnu ikki hava egnar ferðareglur um eitt nú sóttarhald, avbyrging og testing av fólki, sum hava passið - uttan so, at hetta verður neyðugt fyri at verja fólkaheilsuna.

 

Øll ES-lond mugu góðtaka koppingarpass úr øðrum limalondum, tá ræður um koppingarevni, sum er góðkent av evropeisku heilivágsskrivstovuni, EMA.

 

ES-londini kunnu eisini velja at góðkenna koppingarevni, sum er góðkent av Heimsheilsustovninum, WHO.