ES vil hava fríhandil við Japan

Handilsmálaráðharrarnir í ES-londunum hava samtykt at fara undir samráðingar við Japan um ein fríhandilssáttmála. Málið er, at sáttmálin skal skunda undir vøkstur og geva fleiri arbeiðspláss í samveldinum, og sambært einari útrokning hjá ES-nevndini kann ein slíkur sáttmali við Japan geva eini 400.000 arbeiðspláss í ES-londum.

Roknað verður við, at samráðingarnar fara at vara fleiri ár, men teir 27 handilsmálaráðharrarnir ásanna, at tann endaligi sáttmálin kann fáa stóran týdning fyri at fáa meiri ferð á tann evropeiska búskapin. Útrokningar vísa, at ein fríhandilssáttmáli við Japan kann økja bruttotjóðarframleiðslauna í Evropa eitt prosent. Eitt nú hava sviar roknað út, at teirra útflutningur til Japan kann veksa ein triðing av sáttmálanum.

Evropeiski bilídnaðurin er eitt sindur ivingarsamur og ber ótta fyri teimum avleiðingum, sum fríhandil við Japan kann fáa fyri bilídnaðin í Evropa.

Franska tíðindastovan AFP skrivar úr Tokyo, at myndugleikarnir har eru fegnir um avgerðina hjá ES-ráðharrunum at fara undir samráðingar um ein fríhandilssáttmála.