Í morgin kemur eitt uppskot frá ES-nevndini, sum sigur, at ES skal umboða Danmark og harvið Føroyar og Grønland á næsta fundi hjá IWC. ES vil hava tað avgerandi orðið at siga viðvíkjandi føroyskari og grønlendskari hvalaveiði, skrivar Politiken.
Danmark umboðar Føroyar og Grønland í altjóða hvalaveiðinevndini, men sambært einum uppskoti há kommiserinum í umhvørvismálum, Stavros Dimas, skal ES yvirtaka leiklutin há Danmark á IWC-fundinum, sum verður í Alaska um tríggjar mánaðir.
Sambært Politiken eru hini ES-londini misnøgd við, at Danmark sum umboð fyri Føroyar og Grønland er fyri at veiða hval av stovnum, sum ikki eru hóttir.