Esbjerg rættir Tórshavn vinarhond

Tá borgarstjórin í Esbjerg, Johnny Søtrup kvetti vígslusnórin á byggjuni í Esbjerg á middegi, nú Norrøna aftur er farið at sigla uppá Esbjerg, nýtti hann eisini høvi til at bjóða Havnini at gerast vinarbýur hjá Esbjerg

Jan Müller

úr Esbjerg

 

Hóast bítandi kulda so hitaði Chanty-kórið upp til hátíðarløtuna á bryggjuni í Esbjerg á middegi, tá enn ein nýggj byrjan í longu søgu Smyril Lines fór av bakkastokki. Leiðslan í fyritøkuni hevur nevniliga gjørt av at sigla uppá Esbjerg heldur enn Hanstholm í vetrarhálvuni. Og tað var við manér og hátíðardámi, at henda broyting á siglandi motorvegnum varð framd. Við borgarstjóranum í Esbjerg, Johnny Søtrup á odda varð sett hol á hetta nýggja kapitullið í føroyskari siglingarsøgu. Við einum føroyskum grindaknívi skar hann snórin, sum varð festur í tvær ljósboyur. Hann beyð Smyril Line vælkomið aftur til Esbjerg. Borgarstjórin ikki bert fegnaðist um, at Norrøna nú aftur fer at sigla uppá Esbjerg. Hann helt fyri, at nú Esbjerg ongan vinarbý hevði í Føroyum, so vildi hann nýta hetta høvið, nú Norrøna var komin úr Havnini til Esbjerg, at bjóða Tórshavnar Kommunu at gerast vinarbýur hjá Esbjerg. Eftir sang og tónleik og røður varð farið umboð á Norrønu til ein betri bita, har grind og froskar vórðu á matarskránni. Har varð so eisini høvi hjá fleiri av gestunum at siga nøkur orð. Meira verður at hoyra um hetta í vinnusendingini á Rás2 týsdagin og at lesa í Sosialinum í komandi viku. Eisini verða livandi myndir at síggja undir Kykmyndir á Portalinum í komandi viku.