YRKISFÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Christian Høgni Jacobsen hevur ikki enn skrivað sáttmála við superligufelagið í Esbjerg. Men tað er nógv, sum bendir á, at hetta kann gerast veruleiki í komandi viku.
Leygardagin var Christian Høgni á næstbesta liðnum hjá Esbjerg. Teir spældu ímóti Horsens. Dysturin varð spældur í Ølgod uttanfyri Esbjerg, og úrslitið var 2?2.
Christian Høgni skoraði ikki, og hann kendi tey 25 hitastigini og sólina, sum skein frá heiðum himni, vera til eitt sindur av ampa.
Kortini man tað hava gingið so hampuliga. Í hvussu so er hava teir í leiðsluni í Esbjerg sagt føroyska álopsspælaranum, at teir vilja fegnir hava pappír upp á samstarvið millum felagið og føroyska landsliðsmannin.
? Teir ynskja, at vit skulu samráðast í komandi viku. Eg havi skilt tað soleiðis, at tað eru stjórin í felagnum, Niels?Erik Søndergaard og venjarin, Viggo Jensen, sum standa fyri samráðingum við spælarar, men enn veit eg ikki rættuliga, hvørjar sáttmálatreytirnar verða, sigur Christian Høgni Jacobsen úr Esbjerg.
Vit hava skilt, at í Esbjerg eru teir flestu fulltíðar yrkisspælarar, meðan onkrir av teimum í 1. liðs hópinum eru parttíðar yrkisspælarar. Hesir eru eisini upptiknir av lesnaði, men tað er eingin ivi, at akkurát nú stendur fótbólturin í fremstu røð hjá teimum.
Tá vit tosaðu við Christian Høgna fyrrapartin í gjár, visti hann ikki at siga okkum, undir hvørjum treytum samstarvið millum hann og Esbjerg fer at verða, men tað er eingin ivi hjá Christiani Høgna sjálvum. Um tað stendur til hansara, so verður talan um sáttmála, har tað verður møguleiki fyri at royna fótbóltsevnini fulla tíð.
Fleiri áhugað
Eftir at tað í síðstu viku kom fram, at ein føroyskur landsliðsálopsmaður hevði spurt seg fyri í Esbjerg, hevur okkurt annað danskt felag følt seg fyri, men í løtuni hugsar Christian Høgni ikki um tað:
? Nú eri eg her í Esbjerg. Eg venji við 1. liði, og eg fari at samráðast við teir. Eg havi skilt, at tað er stórt sannlíki fyri at vit kunnu semjast um eitt grundarlag fyri samstarvi. Um tað so skuldi víst seg, at tað ikki spyrst nakað burturúr alíkavæl, so fari eg sjálvandi at tosa við okkurt annað felag.
Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Christian Høgni er í sambandi við donsk fótbóltsfeløg. Áðrenn hann fór í handilsskúla á Kambsdali, gekk hann í fótbóltsskúla í Danmark, og tá royndi hann seg bæði í Silkeborg og í Lyngby.
Ongar bindingar
Tá føroyskir spælarar fara aðra staðni at royna seg, skal felagið í Føroyum lata spæliloyvið frá sær. Um føroyska felagið skal hava møguleika at krevja pengar frá nýggja felagnum, so skal sáttmáli, sum er góðkendur av sáttmálanevndini hjá FSF, vera galdandi millum felagið og spælaran.
Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum sigur, at NSÍ hevur ikki sáttmálar við sínar spælarar, sum eru góðkendir av sáttmálanevndini hjá FSF. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað letur ikki til, at NSÍ hevur møguleika at krevja nakað serligt gjald frá Esbjerg, um talan verður um sáttmála millum danska felagið og Christian Høgna Jacobsen, og ein áheitan harvið fer at koma til NSÍ umvegis DBU og FSF um at leyslata spælaran.