Tað var einki at rafla um, tá ið danski gullfýrarin í kappróðri fyri løtu síðani róði í innleiðandi umfarinum.
Danski báturin legði seg beinanvegin á odda, og síðani var spurningurin bara, hvør fór at vinna næstfremsta plássið og harvið at kvalifisera seg í hálvfinaluna saman við danska bátinum. Canada endaði á 2. plássi.
Á toftini í danska bátinum situr Eskild Ebbesen, sum er væl kendur - bæði í Føroyum og í altjóða róðrarumhvørvinum. Hetta er fjórða OL, sum Eskild Ebbesen luttekur í. Áður hevur hann verið við til at vinna tvær OL gullkrónur og eina OL bronsu krónu.
Eskild hevur gott samband við føroyskan kappróður og føroysk róðrarfólk, og hann hevur luttikið í kappróðri í Føroyum. Tað gjørdi hann, eftir at hann fyri fýra árum síðani hevði gjørt av at gevast at kapprógva á hægsta støði.
Síðani fekk hann aftur hug at kappast á hægsta støði, og nú er hann altso í Kina, har tað í morgun gekk heilt væl í innleiðandi umfarinum.
Í gjárkvøldið segði Katrin Olsen við danska blaðið Politiken, at hon roknar við, at Danmark fer at vinna tríggjar gullkrónur í kappróðrinum í OL. Hon sipaði umframt til sín egna bát til gullfýraran og til menninar í somu bátastødd, sum hon sjálv luttekur í.
Í morgun hava allir hesir tríggir bátarnir vunnið seg víðari úr innleiðandi umfarinum og í hálvfinaluna.