Tað hevur ljóðað í eina tíð, og nú er tað alment. KÍ fer at skifta venjara.
KÍ skrivar soleiðis í kvøld:
Av persónligum orsøkum hevur Espen Haug ynskt at flyta aftur til familjuna í Noreg. Espen kom sum hjálparvenjari í januar og tók yvir fyribils sum høvuðsvenjari á flaggdegnum og varð endaliga settur í starvið 1.juli. Fyrstu tíðina við óvanliga nógvum skaddum lyklaleikarum var úrtøkan misjøvn. Men síðstu tríggjar mánaðirnar er liðið komið aftur á góða gamla lagið og hevur vunnið tíggju dystir á rað. Í innleiðandi UEFA-kappingunum í summar var heilt nær við, at KÍ rakk málið at koma í bólkaspæl.
- Vit í leiðsluni hava verið væl nøgdir við samstarvið við Espen Haug. Espen er ein fyrikomandi og savnandi persónligheit. Tað hevur verið ein frægd at sæð, hvussu hann hevur fingið liðið aftur á rætt síðstu dystirnar. Vit skilja hansara avgerð, sum vit hava verið vitandi um í eina tíð og ynskja honum og familjuni alt tað besta framyvir, sigur Tummas Lervig, KÍ-formaður.
- Tað hevur verið mær ein stórur heiður at verið partur av KÍ-familjuni. Eg vil takka mínum hjálparfólki, leikarum, nevndini, øllum sjálvbodnum eldsálum og viðhaldsfólki fyri allan stuðulin í við- og mótgongd. Eg komi altíð at vera ein KÍ-fjeppari og ynski felagnum bestu eydnu framyvir, er stutta heilsanin til felag og fjepparar frá Espen Haug.
Espen fer at hava ábyrgdina av liðnum teir síðstu tríggjar dystirnar fram til kappingarenda. KÍ-leiðslan hevur síðan fráboðanina frá Espen leitað eftir nýggjum høvuðsvenjara og ætlanin er, at hesin fer til verka beinanvegin at fyrireika komandi kappingarár, skrivar KÍ í kvøld.